Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Leys størv

Varaleiðari til handilin í Klaksvík

Ert tú til reiðar at leiða og røkja handil, og brennir tú fyri sølu og góðari tænastu til allar norðoyingar?   Nema søkir eftir eldhugaðum varaleiðari til handilin í Klaksvík. Kom og ver ein partur av tí rúkandi menningini av kunningar- og samskiftistøknini í Føroyum.  STARVIР Tú fært ábyrgd av Nema handlinum í Klaksvík, og verður ein berandi partur av einum toymi, ið veitir ráðgeving og sølu av kt, tele- og skrivstovulutum. Tú verður við í alskyns uppgávum so sum sølu og ráðgevingum, telefon- og teldupostavgreiðslum, vøruframsýningum, marknaðarátøkum og nógvum øðrum spennandi uppgávum.   Við starvinum kemur tú at hava stóra ávirkan á handilssvirksemið í Klaksvík og Norðoyggum. Tú hevur ein týdningarmiklan leiklut í at skapa sambond millum kundarnar og Nema.   Tú sleppur sjálv/ur at leggja tín dag til rættis og hevur møguleika fyri at skapa lív og at geva vitjandi eina hugnaliga uppliving.   Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna, og arbeiðsstaðurin er hjá Nema í Klaksvík.  UM TEG  Tú ert ábyrgdarfull/ur, tænastusinnað/ur, opin, forvitin og áhugað/ur í at læra  Tú ert fyrikomandi og málsøkin og kanst arbeiða sjálvstøðugt líka væl sum í toymi   Tú dugir at samskifta bæði skrivliga og munnliga, og tær dámar at skapa varandi sambond, ið eru til gagn fyri bæði kundan og Nema  Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan handil.  VIT BJÓÐA  Eitt gott, fjølbroytt og spennandi starv í einum professionellum umhvørvi, har tú kanst menna teg bæði persónliga og yrkisliga   Møguleika at hava stóra ávirkan á okkara handilsíðnaða í Klaksvík  Tú fært uppgávur og ábyrgd í samsvar við tínar vaksandi førleikar.   Góðar starvsfólkaágóðar   Løn og setanartreytir sambært avtalu.  NEMA  Nema er ein av størstu heildarveitarum innan kunningar- og samskiftistøkni. Hjá Nema starvast á leið 75 fólk, í Havn og í Klaksvík, og virksemið er nógv vaksandi innan øll øki.  FORVITIN?  Um tú ert eldhugað/ur og áhugað/ur í handli og klár/ur at taka ímóti nýggjum avbjóðingum sum handilsfólk hjá Nema, so hoyra vit fegin frá tær!    Ynskir tú at vita meir um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Tóka Ellefsen á Brúgv, privatkundastjóra, á tel. 502017 ella á teb@nema.fo  UMSÓKNIR  Umsóknir við avritum av viðkomandi skjølum skulu sendast inn á leinkjuni niðanfyri Søk starvið her Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdag 30. apríl 2024 

Starvsmøguleikar

Vælútbúgvin fólk eru ein grundleggjandi partur av Nema, og hevur tú hægri útbúgving ella viðkomandi førleikar, ert tú vælkomin at søkja um arbeiði hjá okkum.

Eisini lesandi hava starvsmøguleikar í Nema. Er útbúgvingin um at verða liðug, kann talan verða um fast starv. Ert tú mitt í lestrinum, kanst tú arbeiða hjá okkum í praktikk ella í ferium. Soleiðis kanst tú tryggja tínar fíggjarligu umstøður, samstundis sum tínir starvsmøguleikar verða munandi betri, tá ið útbúgvingin er lokin.

Uppgávuskriving

Á Nema hava vit sera góðar royndir við lesandi, ið eru í gongd við at skriva størri uppgávur, so sum bachelor ella endaligu kandidat uppgávuna.

Nema fevnir sera breitt, og tí er hópin av økjum, ið okkum tørvar at fáa kannað og lýst betur. Nevnast kann millum annað marknaðarføring, kundarøkt og kundasegment, tænastustøði, sølu- og prísgreiningar, UX-design og mangt, mangt annað. Einans hugflogið setir avmarkingarnar.

So um tær tørvar eina fyritøku at samstarva við, so er tað bara at seta teg í samband við okkum. Vit eru sera opin fyri hugskotum og vegleiða gjarna, um tørvur er til tess.

Um Nema

Nema er í føroyskum høpi ein stór og umfatandi fyritøka. Nema eigur eisini stóran lut í tí menning, ið fer fram í okkara samfelag. Okkara arbeiðið speglast aftur kring landið upp á nógvar mátar, t. d. tá ið tað snýr seg um samskifti, trygd, tøkiniloysnir og ikki minst útbúgvingar og arbeiðspláss. Nevnast kann, at vit hava:

  • Umleið 80 starvsfólk
  • 2 handlar – í Tórshavn og Klaksvík
  • Yvir 1500 vinnukundar
  • Yvir 7500 privatkundar

Okkara virkisøki eru:

  • Fjarskifti
  • KT-loysnir
  • KT-útgerð
  • KT-skipanir
  • Skrivstovulutir