Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Norðurkorea avlýsir toppfund við Suðurkorea

Politikkur, Uttanlands | 16/05-2018 10:00

Landið hóttir eisini við at avlýsa fundin millum Kim Jong-un og Donald Trump.

Norðurkorea hevur óvæntandi avlýst toppfundin við Suðurkorea, sum annars skuldi vera í dag. Orsøkin er ein felags hernaðarvenjing hjá Suðurkorea og USA.

Ætlanin var, at fundurin í dag skuldi vera framhald av fundinum sum var í farna mánaði millum leiðararnar í báðum londunum, Kim Jong-un og Moon Jae-in.

Norðurkoreanska tíðindastovan KCNA kallar hernaðarvenjingina “eina provokatión”, og sigur, at toppfundurin við Suðurkorea er útsettur “í óásetta tíð”. Eisini sigur tíðindastovan, at ætlaði fundurin tann 12. Juni millum Kim Jong-un og amerikanska forsetan Donald Trump, kann eisini koma í vanda.

Norðurkorea hevur ongan áhuga í at møta USA, um tað bara er annað av londunum, sum skal sleppa sær av við kjarnorkuvápnini, ljóðar úr Norðurkorea.

Fráboðanin úr Norðurkorea hevur vakt argilsi í Suðurkorea, men tey vóna tó framvegis, at Norðurkorea fer at broyta hugsan, soleiðis at samráðingarnar millum londini kunnu halda fram, skrivar suðurkoreanska tíðindastovan Yonhap.

“Avgerðin hjá Norðurkorea um at útseta týdningarmiklar samráðingar orsaka av hernaðarvenjingum millum Suðurkorea og USA, er ikki í samsvari við andan í  Panmunjom-avtaluni og er harmilig,” sigur Baik Tae-hyun talsmaður fyri suðurkoreanska sameiningarmálaráðið.

Tá leiðararnir í báðum londunum hittust á søguliga fundinum í apríl, undirskrivaðu teir Panmunjom-avtaluna, sum millum annað miðar ímóti at gera Koreansku Hálvoynna kjarnorkufría. Suðurkorea vónar, at henda avtalan framvegis stendur við.

Amerikanska uttanríkismálaráðið sigur, at tey hava einki frætt - hvørki frá Norður- ella Suðurkorea um eina møguliga avlýsing. Tey hava heldur ikki  fingið nakað alment mótmæli úr Norðurkorea í sambandi við hernaðarvenjingina.

Venjingin er ein afturvendandi árlig venjing, sum sambært USA og Suðurkorea einans snýr seg um verjustøðu, og á ongan hátt brýtur nakra avtalu millum partarnar.

 

Kelda: TV2


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Mentamála­ráð­har­rin og ein løgtingslimur vilja innføra sensur av einstøkum privatum miðlum
Kristin Michelsen: Hetta er brot á lógirnar hjá Javnaðar­flokkinum
100.000 í bót vegna manglandi trygd
Eingin makrelur í Føroyskum sjógvi
Jenis ætlar sær í lands­stýrið
Alt hevur sína tíð her á fold
Feðgar lógu hvørjum øðrum eftir lívinum
R7 og KvF samsenda
Føroyar og Føroyingar... Ja, hvat er at siga um okkum?
Dennis og Jenis í sending­ini NOVA. Lokalsending Nova úr Suðuroynni í dag frá klokkan 13.00 til 15.00
Vespureiðrið (93) - 15. okt 2018
Tað er ikki p-talið sum ger okkum til føroyingar
NOVA úr Suðuroynni - Sending 25 - prát við Jenis av Rana
Óttast Kinesiska 5G tøkni
Fuglafjarðarsendingin (7) - 18. okt. 2018
Islamar vildu hava australska rossaranch, og ánarin er tjóðarhetja
Óreglusemi á fundarborði í fiski­mála­ráðnum
Professari skotið seg í armin til at mótmæla Trump
Sosialt ólag millum svørt og ikki rasisma er orsøk til svarta mannfallið í USA
Kommunuskattu­rin minkar í Klaksvík og Runavík
Metis - Øll sendingin - 16. oktober 2018
Líggjas Johannesen: Hvar eru pengarnir brúktir?
At lata Almanna­verki­num fleiri íbúðir loysir sjálvandi nakað
Eg gangi út frá, at Poul Michelsen hevur eina góða frágreiðing til vanliga skattgjaldaran
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi