Útflutningurin av makreli og sild er nógv minkaður
Í nøgd er minkingin minkað við útvið 40%, og virðið er minka góð 50 % fyrsta ársfjórðing í ár.
Minkingin í uppsjóvarkvotunum sæst nú aftur í útflutningstølunum. Føroyar útfluttu í fyrsta ársfjórðingi í ár fyri tilsamans 1,8 mia. krónur. Tað eru 400 mió. krónur minni enn somu tíð í fjør. Tað sæst á heimasíðuni hjá Hagstovuni.
Tað eru serliga uppsjóvarsløgini makrelur og sild, sum vit hava útflutt minni av, meðan útflutningurin av svartkjafti er eitt sindur størri enn í fjør.
Í nøgd er samlaða minkingin av hesum fiskasløgum útvið 40%, og virðið er minka góð 50 %.
Virðið av útflutta laksinum er eisini minkað, hóast nøgdin er eitt sindur størri enn í fjør.
Innflyta eisini minni
Føroyar innfluttu fyri 1,6 mia. krónur í fyrsta ársfjórðingi í ár. Tað eru 250 mió. kr. ella 13% minni enn somu mánaðir í fjør.
Men her skal havast í huga, at tað serliga er innflutningurin av skipum og flogførum, sum er minkaður. Hyggja vit eftir innflutninginum uttan skip og flogfør, er minkingin 2%.
Innflutningurin av tilfari til byggivinnuna er vaksin mest, meðan innflutningurin av tilfarið til annan ídnað og brennievni eisini er vaksin, tó ikki so nógv.
Tað er minni innflutt til hav- og landbúnað og eisini av rávøru til fiskavirking. Innflutningurin av vørum til beinleiðis húsarhaldsnýtslu er tann sami sum í fjør.
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur