Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Silda- og svartkjaftakanningar lidnar

Fiskivinna | 16/05-2018 13:27

Kanningin er skipað sum altjóða felagskanning undir ICES, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Íslandi, Danmark og Russlandi.

Magnus Heinason kom týsdagin aftur av silda- og svartkjaftakanningum norðan fyri Føroyar. Nakað tað sama var skrásett av norðhavssild sum í fjør, meðan nøgdin av svartkjafti var nakað minni í ár. Tað sigur Havstovan.

Havstovan sigur, at kanningarúrslitini frá ári til ár kunnu ikki beinleiðis sammetast, tí kanningarnar verða ikki altíð gjørdar í somu økjum.  

Sum heild stóð sildin javnt spjødd norðan fyri Føroyar, men minni var at síggja suður móti Íslandsrygginum og føroyska landgrunninum, og eystur móti sjómarkinum.

Tað er framvegis í høvuðsheitum stór og gomul sild, sum stendur í hesum økinum, men í ár sást eisini nógv av fimm ára gamlari sild, serliga í landnyrðingspartinum av kanningarøkinum.

Svartkjaftur var at síggja upp at føroyska landgrunninum, á og móti Íslandsrygginum og eystan fyri 3°V. Útbreiðslan í ár er heldur øðrvísi enn undanfarnu 3 til 4 árini, tá svartkjaftur hevur verið at sæð í mestsum øllum føroyska kanningarøkinum.

Kanningin er skipað sum altjóða felagskanning undir ICES, har Føroyar luttaka saman við Noregi, Íslandi, Danmark og Russlandi. Hini skipini eru framvegis í gongd við at kanna havøkini norðan fyri okkum.

Samlaða nøgdin av norðhavssild, har tølini frá øllum rannsóknarskipunum verða við, verður roknað á fundi um hálvan juni.


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Rák (6) - Manna­rættindi verða brotin í Føroyum og í Danmark, tá tað snýr seg um sálarligan harðskap
Video - Vardø er ein óhugnaligur býur
Dreingir­nir úr Gøtu sleppa at halda fram í skúlanum við Løkin
Útflutningu­rin av makreli og sild er nógv minkaður
Aling á landi verður ein avbjóðing fyri føroyska alivinnu
Nýggjur kupil verður reistur á Sornfelli
Skógarmotta funnin á seyði í Føroyum
Bilsølustevna í SALT á Drelnesi
Rák (6) - Urtagott
Løtan er ikki røtt
Gjørd av byggiblokkum
Doyði av e-sigarett­ini
Hetta kann ikki góðtakast
Hugnaløtan (21) - Gestur: Lasse Klein
Forða fyri at manningar­nar koma at bera kostnaðin
Opið hús á Kambsdali í sambandi við at FabLab verður alment tikið í nýtslu
Konsert við Siloakórinum
Reyðmaðku­rin hvørvur úr troyttari jørð
So ymisk og tó
Hamas: 50 av teimum sum mánadagin lótu lív í Gaza, vóru okkara limir
Nær var tað?
Leivur Frederiksen tippar
Mikkel skal føða
Naddoddur, eitt virkið bátafelag
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi