Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Dreingirnir úr Gøtu sleppa at halda fram í skúlanum við Løkin

Innanlands | 18/05-2018 15:18

Runavíkar kommuna gevur teimum fimm dreingjunum úr Gøtu loyvi at halda fram í skúlanum við Løkin hetta skúlaárið út.

“Vit hava í dag tikið ta avgerð, at børn tykkara, næmingar okkara, halda fram í Skúlanum við Løkin hagartil hetta skúlaárið er komið til endans.” Tað skrivar Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í einum brævi, sum er stílað til foreldur at næmingum úr Eysturkommunu, sum ganga í Skúlanum við Løkin í Runavík.

Men hann leggur afturat, at tá ið nýggja skúlaárið byrjar, skal tað vera tryggjað treytaleyst, at fíggingin – næmingagjaldið – fylgir næminginum.

“Vit fara ikki at leggja skatt á okkara egnu borgarar fyri at fíggja skúlaskapin hjá børnum í fremmandari kommunu,” sigur Tórbjørn Jacobsen.

“Góður skúlaskapur er alt avgerandi fyri einstaklingin og samfelagið, tí er tað ímillum fremstu uppgávurnar hjá einari kommunu og einum borgarstjóra, at tryggja, at ungdómarnir innanvert kommunumark fáa so neyva og góða frálæru sum yvirhøvur gjørligt. Hetta snýr seg um skúlabygningar, amboð og tilboð,” sigur borgarstjórin í Runavíkar kommunu í brævinum.

Hann sigur, at samskiftið um nevndu næmingarnar hevur verið lítið hugaligt.

“Eysturkommuna eigur sjálv onki tilboð, tá ið tað snýr seg framhaldsdeild, tí hevði tað ikki verið meiri enn rímiligt, fyri ikki at siga sjálvsagt, at foreldrini, sum m.a. hava goldið skatt til Eysturkommunu fyri at børn teirra fáa neyðugu og bestu frálæruna, skúlatilboðið, kundu valt hvussu hetta næmingagjaldið verður brúkt,” sigur hann.

“Eftir øllum at døma hevur Eysturkommuna tikið ta støðu, at hetta ikki skal vera soleiðis. Hon hevur slaviskt krøkt seg uppí framhaldstilboðið við Fuglafjarðar skúla. Er ein borgari ikki nøgdur við hetta tilboðið, og sendur barn sítt til annan skúla, so verður eykaskattur lagdur á viðkomandi, tí svarið frá borgarstjóra tykkara, Jóhan Christiansen, kann ikki skiljast ørðvísi enn tað, at ábyrgdin, eisini hin fíggjarliga, er tykkara, um tit ikki velja Fuglafjarðar skúla, hóast tit umvegis skattin longu hava goldið fyri skúlaskapin hjá børnum tykkara,” sigur hann.

Tórbjørn Jacobsen sigur í skrivinum, at Runavíkar kommuna ikki hevur kent til støðuna hjá Eysturkommunu fyrr enn nú, kommunan noktar at rinda rokningina.

“Hevði satt at siga roknað við, at Eysturkommuna var somikið at sær komin, at hon heldur seg hava skyldu til at fíggja skúlaskapin hjá sínum unga fólki, men tað er nú greitt, at her finst ongin ábyrgd, bara eitt margháttligt prinsipp, sum nakrir tilvildarligir kommunupolitikarar hava knæsett um, hvat ið tað rættasta og besta skúlatilboðið er fyri børn tykkara,” sigur borgarstjórin. Hann vísir í hesum sambandi á, at tveir næmingar úr Runavíkar kommunu ganga í løtuni í Stranda skúla, og hesar næmingar rindar kommunan fyri.

“Borgarstjóri tykkara, sum sæst í seinasta brævi hansara, vónar, at Runavíkar kommuna hugsar um næmingarnar úr Eysturkommunu og bønar og biður eftir, at vit ikki taka so rívan til, at vit nokta teimum at halda áfram í Skúlanum við Løkin. Hvør skal siga: Vinarligast gjaldið tit fyri skúlaskapin hjá ungdómunum úr mínari kommunu. Til hetta skal hartil leggjast, at tað sum hann og kommuna hansara ikki borga til okkara, tað sparir hann aftur í mun til eitt minni næmingatal, sum velur at fara inn til Fuglafjarðar at ganga í framhaldsskúla,” sigur Tórbjørn Jacobsen.

“Tað finnast ikki orð fyri, hvat ið eg haldi um hendan margháttliga hugburðin,” sigur hann. Hann harmast um, at málið kom so langt, at næmingarnir gjørdust kastibløkur í almenna rúminum, men ábyrgdina fyri hesum eigur bara Eysturkommuna sambært borgarstjóranum í Runavíkar kommunu.

“Næmingar úr øðrum kommunum skulu vera hjartaliga vælkomnir at ganga í skúlum okkara, men frameftir er eitt fíggjað næmingagjald treytin, tí borgarstjórin kann ikki verja ta støðuna, at borgararnir í Runavíkar kommunu gjalda fyri skúlaskapin hjá ungdómum og næmingum úr øðrum kommunum, í hesum førinum Eysturkommunu,” sigur Tórbjørn Jacobsen í skrivi til foreldur í Eysturkommunu, sum eiga børn ið ganga í skúla við Løkin.

Alt skrivið frá borgarstjóranum kann lesast á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu.


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi