Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Útigudstænastur: - Ein øðrvísi uppliving av kirkjuni

Átrúnaður | 20/05-2018 09:30

Gjøgnum øldir hava klokkurnar hvønn einasta sunnu- og halgidag kalla fólkið til gudstænastu í teimum mongu kirkjunum kring oyggjarnar. 

Mong duga illa at ímynda sær ein sunnudag har ein ikki leitar sær inn í eina føroyska kirkju at hoyra Guds orð. 

Men viðhvørt broyta prestarnar hesa aldargomlu siðvenjuna, og bjóða ístaðin fólki til gudstænastu uttandura. 

Soleiðis hevur verið gjørt um hvítusunnuna, bæði í Fuglafirði og í Havn. Og aðrastaðni hevur ein eisini tikið henda serstaka háttin at halda gudstænastur upp, eitt nú við Gjógv. 

Hugsa vit um Fuglafjørð og høvuðsstaðin, verður einki undantak gjørt í so máta hesa hvítusunnuna: 

2. Hvítusunnudag verður nevniliga høvið at sleppa til uttandura gudstænastu í báðum støðum – í Miðstaðarlundini í Fuglafirði og á ovara vølli í Gundadali í Havn. 

- Vit gleða okkum til gudstænastuna í ár. Tá fara vit nevniliga at hoyra evangeli’ið lisið upp á fleiri ymiskum tungumálum, sigur Anne Mette Greve Clementsen, sóknarprestur í Fuglafirði. 

- Vit halda so avgjørt, at Miðstaðarlundin er rætta staðið til eina slíka gudstænastu. Her hava fólk møguleika at fáa eina øðrvísi kirkjuuppliving. 

VEÐRIÐ TIL VILDAR 
Í øðrum londum er rættiliga vanligt at hava gudstænastur úti í Guds fríðu náttúru, tá veðrið og umstøðurnar spæla við. 

Her á landi hevur hetta ikki verið so vanligt, sum tað so líðandi er vorðið nú. Tað eru í roynd og veru áttanda ferðina at kirkjuliðið í Fuglafirði skipar fyri eini slíkari gudstænastu uttandura. 

Her hevur sera góðar – og ikki minst vakrar – umstøður at hava eina slíka gudstænastu í Miðstaðarlundini, sum liggur beint niðanvert kirkjuna í býnum – og sum er haðani at myndin stavar. 

- Tað telur eisini við, at um veðrið ikki er okkum til vildar, so er skjótt at flyta hesa gudstænastuna inn í Fuglafjarðar kirkju. 

- Men so vil eg skunda mær at leggja aftrat, at hetta hevur ikki verið neyðugt higartil, leggur Anne Mette brosandi aftrat. 

FLEIRI TUNGUMÁL 
At hava slíkar gudstænastur var spildurnýtt fyri Anne Mette, tá hon fekk starvið sum sóknarprestur í Fuglafirði og hinum kirkjunum í sóknini. 

Hon greiðir frá, at ein slík útigudstænasta minnir á mangar mátar um tað vanligu gudstænastuna við presti. 

Ein munur er sjálvandi, at hon er uttandura og at einki urguljóð hoyrist. Ístaðin eru tað blásarar úr Fuglafjarðar Hornorkestri, ið spæla til sálmasangin. 

Eitt annað serstakt við hesi gudstænastuni í ár er, at evangeli’ið fer at verði lisið upp á ymiskum tungumálum. Tað verða útlendingar sum fara at standa fyri hesum partinum. 

Útigudstænastan 2. Hvítusunnudag byrjar kl. 11. Aftaná bjóðar kirkjuráðið til suppu. 

1500 FÓLK 
Fólk í Havn fáa eisini møguleika at sleppa til útigudstænastu 2. Hvítusunnudag í Gundadali. 

Byrjað var við hesum gudstænastum í 2013, og er hetta sostatt fimta árið á rað við hesum serstøku uttandura gudstænastum. 

- Ja, og veðrið hevur verið gott hvørt einasta ár, upplýsir ein av fyriskipandi prestunum, Ann Dahl Hansen. 

Á gudstænastuni verða enn einaferð hornblástur aftur við sálmasanginum. Sverri Steinhólm fer at prædika, meðan Ann sjálv fer at hava eina stutta søgu til børnini. 

Henda gudstænastan byrjar eisini kl. 11. Aftaná eru øll boðin til eina hugnaliga løtu í Badmintonhøllini. 

Okkurt árið hava heilt upp ímóti 1500 fólkum verið til hesa gudstænastuna í Gundadali. 

Orð: Snorri Brend 
Mynd: Savnsmynd/fuglafjordur.com 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi