Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Lønarhækking og betri verja fyri arbeiðsfólk

Innanlands, Myndarøðir | 20/05-2018 10:15

Arbeiðarafeløgini og Føroya Arbeiðsgevarafelag hava í gjárskvøldið gjørt semju um nýggjan sáttmála, sum m.a. merkir, at arbeiðsfólk fáa meiri løn, hægri viðbót fyri starvsaldur, ásetingar um órímiliga uppsøgn og sættu frívikuna.

Vit fegnast um eina veruliga lønarhækking, og at feløgini hava betra sáttmálan á fleiri økjum, siga forfólkini í arbeiðarafeløgunum.

Í kvøld gjørdu arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevarafelagið tvey ára semju um nýggjan sáttmála, sum fær gildi frá 1. mai.  Grundlønini hækkar 6,55 kr. samanlangt fyri 2 ár. Í miðal hava arbeiðsfólk fingið eina lønarhækkan á 8,25 kr. Grundlønin verður frá 1. mei 128,94 kr og 132,24 kr frá 1. mei 2019.

Viðbøturnar fyri starvsaldur hækka eisini. Fyri 3 ára starvsaldur er hækkingin 1,25% upp í 2,5%, 5 ára starvsaldur hækkar til 3,5% , 7 ára starvaldur hækkar til 4%, 9 ára starvsaldurin hækkar til 5% og 11 ára starvsaldurin hækkar til 6,25%.

Vit eru ógvuliga fegin um at viðbøturnar fyri starvsaldurin hækka. Á henda hátt fáa vit styrkt tey, sum hava arbeitt leingi innan sítt øki. Hetta er ein lønarhækking, sum viðurkennir royndirnar og førleikarnar hjá fólki, og tað meta vit vera rætt. Eisini er týdningarmikið fyri okkum, at vit fáa eina skipan við starvsaldri, sum minnir um aðrar sáttmálar á arbeiðsmarknaðinum, vísa Arbeiðarafeløgini á.

Fyri eitt arbeiðsfólk, sum hevur hægsta starvsaldur, merkir semjan eina lønarhækkan á 18.400 kr um árið í 2019 í mun til verandi sáttmála, og tað er ikki heilt galið, siga forfólkini í arbeiðarafeløgunu.

Órímilig uppsøgn
Vit eru ótrúliga fegin um, at tað hevur eydnast okkum at fáa ásetingar um órímiliga uppsøgn við í sáttmálan. Eisini hevði tað týdning fyri okkum at hækka viðbótina fyri skiftivaktina, sigur Georg F. Hansen, sum er formaður í Føroya Arbeiðarafelag. 

Feløgini hava í semjuni fingið ymsar ábøtur í sáttmálan. Eitt nú hava feløgini fingið rætt til sættu frívikuna, greiðari ásetingar um matarsteðgir, ásetingar um týdningin av upplæring, eftirútbúgving og skeið - og hvussu hetta verður samsýnt. Umframt hetta inniheldur semjan ymiskar aðrar ásetingar um eldrapolitikk.

Bussførarar og hotellsáttmálin
Umframt vanliga sáttmálan er eisini gjørd semja um bussførarasáttmálan og hotellsáttmálan. Í nýggja hotellsáttmálanum er tað serliga eftirlønin sum hækkar samsvarandi nýggju pensjónsskipanini, áseting er um tilkallivakt og um matarsteðg.

Arbeiðarafeløgini umboða uml. 6.500 løntakarar um alt landið.

Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag
Jastrid W. Niclasen, forkvinna í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
Arthur Guðjonsson, formaður í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðarafelag
Vigdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi