Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Um harðskapsoffur skulu loftast er brúk fyri Istanbul-sáttmálanum og serskiltari lóggávu um sálarligan harðskap

Uttanlands | 22/05-2018 12:02
Evroparáðið

Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinna fyri javnaðarflokkin, fer at arbeiða fyri at fáa eina serskilta lóg móti sálarligum harðskapi og fyri at fáa Istanbul-sáttmálan settan í gildi í Føroyum, tað segði hon í sendingini Rák (6).

Tá Kristianna Winther Poulsen hevði fyrispurning á tingið um sálarligan harðskap var partur av aftursvarinum, at tað er trupult at kriminalisera sálarligan harðskap, tí hesin er torførur at prógva. Kristianna segði í útvarpssendingini, at hóast tað er trupult at prógva kann mann ikki lata sum einki. Tað er ein ov bíligur umskyldningur, at tað er trupult at prógva, segði løgtingskvinnan. 

Løstir av sálarligum harðskapi eru viðurkendir fyri at vera eins álvarsamir og løstir av likamligum harðskapi. Sambært Elin Reinert Plank, leiðara í Kvinnuhúsinum, byrjar likamligur harðskapur eisini ofta við sálarligum harðskapi. 

Undirheitið á Istanbul-sáttmálanum er: Sáttmáli frá Evroparáðnum, ið skal basa harðskap móti kvinnum og í nærsambondum. Á enskum “The Council of Europe Convention on Preventing and Combating Violence Against Women and Domestic Violence”. Tað at kvinnur eru eyðmerktar í Istanbul-sáttmálanum hevur fingið fólk til at seta spurnartekin við sáttmálan á facebook. Hví skulu kvinnur eyðmerkjast, snýr tað seg ikki um øll fólk, verður spurt. Nú komið er fram, umvegis eitt netverk av 40 føroyingum, at foreldur og børn eru fangað í harðskapi, tí ákærir um sálarligan harðskap ikki verða tiknar fyri fult av myndugleikum, einki verður kannað og foreldur verða áløgd at útlevera børn til foreldur, sum fremja harðskap, so er Istanbul-sáttmálin eitt amboð, sum kann hjálpa at tálma sálarliga harðskapin í samfelagnum. Tað eru serliga grein 31 til og við 34 í Istanbul-sáttmálanum, sum kunnu bøta um arbeiðsmannagongdir hjá myndugleikum tá tað kemur til sálarligan harðskap, og sum eisini kunnu hjálpa at steðga myndugleika-harðskapin. 

Hesar greinar í Istanbul-sáttmálanum áleggja fakfólk og myndugleikar, at taka ákærir um sálarligan harðskap í álvara. Í dag er tilvildarligt hvussu tílíkar ákærir verða møttar. Ofta verður tann sum sigur seg vera útsettan fyri harðskap, sjálvur lagdur undir illgruna, og einki verður kannað. Eisini verða harðskapsoffur áløgd at samstarva við tann sum fremur harðskap. Løgfrøðin er enntá skrúva soleiðis saman, at um tað “sunna” foreldrið ikki samstarvar nóg væl við tað harðrenda foreldrið, so kann tað “sunna” foreldrið missa foreldramyndugleikan. Samstarv, og rætturin til tvey foreldur, vigar meira løgfrøðiliga enn tørvurin hjá barninum. Við Istanbul-sáttmálanum høvdu fakfólk ikki longur havt loyvi at tvinga samstarv í sambondum har ein er offur og ein fremur harðskap. Eitt samstarv sum ofta heldur offrið í tí sálarliga harðskapinum. 

Kristianna Winther Poulsen, heldur at flestu føroysku politikkararnir kenna ikki til sváru støðuna tá tað kemur til sálarligan harðskap. Í Føroyum er eingin kunning um hesi viðurskifti, annað enn hagtøl frá Kvinnuhúsinum. Seinasta ársfrágreiðingin frá Kvinnuhúsinum vísir, at av 505 áheitanum í fjør snúði 316 seg um sálarligan harðskap. Politikkarar eins og fólk flest vita lítið og einki um, at funnist hevur verið at Danmark fyri brot á mannarættindi júst tá tað kemur til arbeiðsmannagongdir í samband við at lofta sálarlig harðskapsoffur. Í sendingini Rák (6) verður eisini lýst hvussu danskir politikkarar hava skúgvað seg undan øllum ákærum fra ST og ES, og vit hoyra at Danmark er eyðmerkt sum eitt av mest harðrendu londum í Evropa í dag. Hoyr útvarpssendinginia her. 


Lagt út: Annika Bolton Mortensen

Líknandi tíðindi
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi