Vit megna frælsi! Tiltak í Reinsarínum
“Vit klára okkum ongantíð uttan blokkin, vit megna ikki at klára okkum sjálvi - loysa vit, mugu vit øll oman í fjøruna at eta tara”. Ræðumyndirnar eru nógvar, men uttan íhald í nøkrum veruleika, soleiðis skrivar Unga Tjóðveldi í samband við tiltakið tey skipa fyri í Reinsarínum í kvøld.
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, og Jóanes Jacobsen, P.hd í búskaparfrøði, fara kl.19 at lýsa frælsisspurningin fíggjarliga - hví forðar heimastýri búskaparligari menning, hvussu vit fíggja loysingina og um framtíðar búskap okkara.
Loysing er ikki ein útreiðsla, men fortreytin fyri frælsari menning, vinnuvøktstri og vælferð.
Umframt hetta, kemur Jóhanna Niclasen at ríka okkum við sangi sínum.
Kaffi, køka og fullveldishugni er sjálvandi eisini, skrivar Unga Tjóðveldi.
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur