Tvøroyrar kommuna nógv betri úrslit enn roknað varð við
Hóast Varðin Pelagic brendi, so fekk kommunan sløk 12% meira inn í skatti, enn frammanundan mett.
Í fíggjarætlanini hjá Tvøroyrar kommunu fyri 2017 varð roknað við einum halli á 10,3 mió. krónur, men nú roknskapurin fyri árið er gjørdur upp, vísir úrslitið eitt avlop á 9,4 mió. krónur. Úrslitið er sostatt 19,7 mió. krónur betri enn roknað varð við.
Fleiri orsøkir eru til betraða úrslitið. Rakstrarútreiðslurnar eru slakar tríggjar mió. krónur minni enn roknað varð við, og inntøkurnar vóru slakar 9 mió. krónur størri. Harumframt hevur kommunan bara gjørt íløgur fyri 8,34 mió. krónur, hóast tað í fíggjarætlanini varð roknað við 15,9 mió. krónum til íløgur.
Tvøroyrar kommuna rinddaði 3,75 mió. krónur í avdráttum í 2017, og nettoskuldin var við árslok komin niður á 0,46 álíkning.
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur