Nógv stór og nýggj skip í Skagen
Meðan føroyingar ikki tora at byggja skip sæst eingin neyð í grannalondunum. Havnin í Skagan var full av nýggjum uppisjóvarskipum.
Vit tosaðu við ein mann á kajøkinum í Skagen. Hann visti at siga, at skipasmiðjan gjørdi 6 nýbygningar í ár. Av hesum vóru fleiri til Hetland.
Serene er komin væl áleiðis. Hetta er eitt uppisjóvarskip, sum er 82 metrar langt. Eisini lá ein annar nýbygningur og eitt annað skip sum var til garantieftirlit.
Vit tosaðu eisini við ein mann, sum eigur ein trolbát sum var umleið 50 BRT. Hann fiskaði ymiskt. Bæði rækjur, botnfisk v.m. Spurdi hann, hvussu gongur. Tað gongur, men tað er tí at so hvørt sum teir elstu bátaeigararnir doyggja og ongin kemur í staðin, so er heldur størri kvota til teir sum eru eftir. Men tað metti hann sjálvandi sum eina skaðiliga gongd.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur