Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Trupult at taka Kringvarpið seriøst

Innanlands, Lesarabrøv | 29/05-2018 21:20

Í 5-6 mánaðir hava kommunustýrislimir í Suðuroynni saman brúkt nógva tíð og orku uppá at greina og lýsa støðuna í Suðuroynni, og harnæst arbeitt við menningarátøkum, sum skulu ávirkað gongdina í Suðuroynni, skulu skapa menning og framburð.

Fyri okkum í Suðuroynni er støðan á ongan hátt undirhald ella stuttlig.

Arbeiðsloysið og manglandi fíggjarligt tilverugrundarlag kroystur framvegis fólk at flyta úr Suðuroynni - eisini í 2018. Hetta samstundis sum Landið alt er í einum søguliga stórum búskaparligum vakstrarrúsið! -Ja, hetta er uttan iva sera trupult at skilja uttanfyri Suðuroynna !

Áratíggjur við minkandi fólkatali hevur alsamt størri ávirkan á Suðuroynna. Ávirkan á m.a. dagstovnaøkinum og á fólkaskúlar, sum minkað í hvørjum. Ávirkan á ítróttar- og frítíðarlív – sum eru so kroyst, at tað hvørt ár er ein kampur fyri at yvirlivað, ein kampur fyri at yvirhøvur at manna lið!

Manglandi støðugt arbeiði førir við sær lítlar og ongar inntøkur hjá fólki og eisini vinnulív og kommunur eru ávirkaðar. Hetta er partur av gerandisdegnum og veruleikanum í Suðuroynni.

-Ein veruleiki, sum kommunurnar hava tikið upp til viðgerðar í einari ásannan av, at tað er alneyðugt at taka støðuna í allar størsta álvara. Kommunurnar hava skrivað álit um støðuna og gjørt tilmælið um átøk, sum skulu skapa menning og framburð.

Nú almenna Kringvarpið í høvuðstíðindasendingini í sjónvarpinum, Dagur & Vika, skuldi taka upp álitið Suðuroyggin og framtíðin – menningarátøk 2018, so var tónin longu lagdur, tá satiru ólavsøku-lagið hjá Pipar & Salt “...Suðuroy tú mundi doyð.” byrjaði innslagið.

Vit vóru fleiri sum sóu fram til at Kringvarpið fór undir eina seriøsa tilgongd til evnið, har grundarlagið var seriøsur journalistikkur og ein seriøs viðgerð av álitinum og av tilmælunum, sum eru í álitinum. -Eina viðgerð av hvørja ávirkan tilmælini kunnu hava og hvørjir møguleikar eru fyri at skapa menning við slíkum átøkum.

-Ja, møguleikarnar fyri spennandi, upplýsandi og greinandi vinklum eru og vóru nógvir...!

Men vinkulin hjá almenna Kringvarpinum var látursgerð, meðan Pipar & Salt spældi undir – við krúlluni, hví kommunurnar í Suðuroynni ikki leggja saman.

Dagur & Vika fekk sítt 4 minutturs innslag – “...og nú eru tey so glað”, sum Pipar & Salt sungu at enda í innslagnum.

Eftir stendur, at hjá okkum í Suðuroynni er tað er sera trupult at taka Kringvarp Føroya seriøst!

Dennis Holm

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi