Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Jupiter seljast og einki kemur í staðin

Fiskivinna, Lesarabrøv | 06/06-2018 16:10

Í allari vælferðini, eru vit komin til at bólka okkum upp, og ikki dáma hvønn annan

Sum oftast tá telefonin ringir, og tað er skiparin, fær ein skipsboð ella skal umborð at arbeiða. MEN soleiðis var tað ikki fyrramorgunin.

Boðini vóru, at russar høvdu hugt eftir Jupiter og væntandi handil stóð fyri framman. 

Ein undarlig kensla, tí hesaferð er tað onki skip, sum kemur í staðin fyri Jupiter.

Ein kollveltandi fiskivinnunýskipan, sum millum annað hevur loyst loyvini frá stálinum. Hendan samgongan, við hjálp frá Bill Justinussen, fer at senda okkum í eina ringa kreppu, við at trýsta á ja-knøttin. 
Sigast skal, at Sjálvstýri hevur eisini hjálpt væl til. Hetta eru ringvirkninganir av teirra dára gerð!

Tað er ótrúligt, at glyvramennirnir, sum eru uppvaksnir á privata arbeiðsmarknaðinum, millum sildatunnirnar á Bakkafrost, fiskakassarnir á Lynfrost og tann partin, sum Kongshavn hevur givið okkum, standa modell til at sorla føroyska búskapin sundur. Her kom eisini fyrsta motorsluppin í Føroyum og fyrsta stállínuskipið. 
Tann nýggjasti býurin í landinum er Runavík. Hetta er mest produktiva staðið í løtuni, takkað verið tí politiska viljanum í Runavíkar Kommunu seinastu 60 árini og fram til dagin í dag.

Norðoyggjar bløða eisini. Teirra umboð eru eisini á skeivari kós. Tey avtofta vinnuna og tekkjast búskaparfrøðingunum í Havn.

Suðuroynna nýtast vit kanska ikki at nevna. Har byrjaði “avmonteringin” fyri umleið 80-100 árum síðani. Tá búðu 25.000 føroyingar í landinum og av teimum búðu 5.000 í Suðuroynni. 
Fólk fluttu suður at arbeiða. Tá lógu umleið 40 sluppir á vágni og var tað størsta pengamaskinan í landinum. 
Enn eru tey umleið 5.000 í Suðuroynni, men bara eitt skip. Menningarhjálp skal veitast oynni. So har er væl arbeitt, má sigast.

Øll vinnan var í móti hesum (fiskivinnunýskipanini), og óvissan um avleiðingarnar ómetaliga stór. Tað skuldu “nervar av stál” til fyri at trumfa hetta ígjøgnum.

Avleiðingarnar av hesum skilaleysa stýrinum koma til sjóndar nú “Final Countdown”. Reiðaríini, manningarnar, kommunukassarnir, og allar tænastur í standa av hesum virksemi.

Hendan samgongan hevur, við hjálp frá almenna kringvarpinum, sett okkum øll upp ímóti hvørjum øðrum. í allari vælferðini, sum ikki er skapt av teimum, sum nú sita, eru vit komin til at bólkast upp, og ikki dáma hvønn annan.

Jonhard Danielsen

Søldafjørður


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Havstovan tilmælur at stongja tað mesta
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi