Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

Italia nú givið Merkel, Macron og ES-leiðsluni stórar trupulleikar

Andøvsløtan | 10/06-2018 22:10

Ein stór avbjóðing var tað fyri Bretland og ES, at bretar valdu at rýma úr ES.

Tá ið Jean-Claude Juncker, toppmaður í ES formanskapinum, alment segði italienar vera korruptar og dovnar, særdi hann illa teirra fáfongd og kávalæti.

Nýggja stjórnin í Italia hjá Lega og 5-stjørnu rørsluni var tungur burður. Fyrr æt flokkurin Lega Nord, men nú er hann landsumfatandi og størsti flokkur við 37% av atkvøðunum. Teir báðir flokkarnir hava nú skipað stjórn við tí virda Giuseppe Conte, prof. í løgfrøði og stuðul hjá M5S, sum stjórnarleiðara.

Hesir báðir nýggju flokkarnir fevna alt tað politiska spektrið, og teir gomlu flokkarnir eru tødnaðir niður í ein skugga av sær sjálvum, serliga Javnaðurin, hvørs formaður er Matteo Renzi og nú falni og fyrrv. forsætisráðharrin.

Tveir politiskt óroyndir “uppreistrarflokkar” munu hava lítið til felags og nógv at vera ósamdir um, ikki minst tí so langt er av tí ríka Poslættanum við landsins mesta ídnað til tað fátæka, katólska og mafia-forpestaða Suðuritalia og Sicilia

Gamla klikan við Matarella forseta sum skutilsveini og ES-toppinum í Brussell sum valdsdepil er skelkað av nýggju stjórnini, skrivar danska Den Korte Avis.

Tað gav at býta, tá sjálvur Juncker legði eftir Matteo Salvini, form í Lega og varaleiðara í stjórnini, tí hesin á Sicilia fanst at útlendingapolitikkinum hjá Italia við 700.000 islamskum havrekum í Miðeystri og Norðurafrika.

Formaður í tingbólki M5S er hin bert 31 ára gamli Luigi di Maio, settur av Beppe Grillo, ið enn er ovasti leiðari floksins. Maio sær út sum ein filmsleikari. Tað gav nógvar kvinnuatkvøður og gjørdi M5S til næst størsta flokk (32%).

Danska Korte Avis skrivar, at tað eru serliga 3 mál, ið nýggja stjórnin fer at loysa. Tað fyrsta er kaotiska støðan í Italia við 700.000 landastrokum, ið kann fáa stórar fylgjur fyri ábyrgdarleysa óg ódemokratiska tilflytarapolitikk ES.

Næsta mál er at tryggja Italia leysari teymar til at føra sín egna búskapar- og fíggjarpolitikk, ið ES hevur strangt eftirlit við, tí Italia skyldar alt ov nógv.

Triðja mál er at lirka Italia úr altjóða bindingum, konventiónum og sáttmálum.

Hvussu Italia greiðir sínar trupulleikar, fær stórar fylgjur fyri restina av Evropa. 

 


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Mest lisið í farnu viku
Borgar­stjó­rin í Runavíkar býráð er ikki Tórbjørn Jacobsen á Glyvrum, hetta sigur Tobbi við R7
NOVA úr Suðuroynni (32) - 03. des 2018
R7 Premier League (28) - 03. des 2018
Brúgvin (112) - 3. des 2018
Jógvan Páll Lassen: Lat SEV selja bensin og olju
Hundraðtals milliónir fyri skeytið á Gomlurætt
Metis - Øll sendingin - 04. desember 2018
Sonni hevur Volvo "virus "
Kleptoman-landskassi
Í kjalarvørri­num, lív okkara - eitt kelduvað av vitan og lívsroyndum
"Kom á 2069!" (42) - 7. des 2018
Rák (27) Damudomi um sexismu í almanna rúminum
Glasir!
Nýtt virksemi í turkihúsi­num í Vági
Tvístøða (49) - "Mín besti vinmaður hevur kvett sambandi við meg!"
Fuglafjarðarsendingin (14) - 06. des. 2018
Her verða allar gátur loystar
Dýrir dreingir í Hoyvíkshaga
Tvístøða (49) - Øll sendingin
Tvístøða (49) - "Eingin hevur ábyrgdina av teimum, ið ikki finna bústað!"
Tíðindi klokkan 12
Eiga at halda fast við tálmandi rúsdrekka­politikkin
Novembervitjan í Suðuroy - møtir og bíbliuskeið
Tíðindi klokkan 17:00
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi