Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

Flestu islamar, ið hava søkt friðskjól í Danmark, hava fingið tað

Andøvsløtan | 10/06-2018 20:41

Í Danmark hevur gingið sum í Vesturevropa annars: Nærum 2. hvør islamskur umsøkjari um friðskjól er nú dani, uttan treytir. Eingin verður tveittur úr DK.

Den Korte Avis skrivar, at 1. jan í ár høvdu 227.000 tilflytarar úr ikki-vestan-londum fingið danskt friðskjól. Men bert 43.000 av 277.000 umsøkjarum úr vestanlondum høvdu fingið uppihald játtað. Altso helvt av islamum men bert 1/6 av øðrum tilflytarum eru slopnir at búgva í Danmark.

Síðan 1. jan í ár hava 9.000 útlendingar, 90% islamar fingið danskan bústað

Nú búgva yvir hálv millión islamar í Danmark, 10-tals túsund úr hvørjum av londum sum: Turkalandi, Irak, Somalia, Pakistan, Iran, Libanon og Morokko.

Í Danmark búgva nú 5,7 mió fólk, 600.000 fleiri enn í 1980, og 80% av fólkavøkstrinum eru islamar, føddir í Danmark ella uttanlands. Talið á innføddum dønum er fækkað, tí danskar kvinnur føða bert 1,5 børn í part.

Borgarliga danska stjórnin herðir krøvini fyri borgararætti. Nú skal umsøkjari als ikki farnu 2 árini (ella í 4 mánaðir farnu 5 árini) hava fingið almannahjálp

Revsireglurnar verða herdar. Eingin umsøkjari fær uppihaldsloyvi, sum hevur gjørt seg inn á børn, framt kynslig brotsverk ella tikið lut í brotsliði.

Nýdanir skulu hátíðarliga lova at halda grundlógina, skrivar Den Korte Avis.

Lars Løkke-tjórnin hevur ávíst 22 ghettoir, t.e. øki har yvir 50% av íbúgvunum hava útlendskan uppruna. Har verða brotsverk harðari revsað. Orsøkir til heitið “ghetto” eru høgur kriminalitetur, lág arbeiðsluttøka og lág útbúgving.

Í uppskotinum hjá stjórnini fær løgreglan heimild til at eyðlýsa hesar ghettoir sum “serlig revsiøki,” har herverk, rán og hóttandi atferð verða tvífalt revsað.

Nú nærkast fólkatingaval, og tann fyrr so innflytaraskaðiligi Javnaðurin er blivin fagurlátin og krevur sterkari lút til at minka islamska ágangin á danir. Sosialdemokratíið vil gera tað lættari at taka statsborgaraskap frá brotsfólki.

Dansk Folkeparti krevur at avmarka talið á játtaðum friðskjóli og búrætti niður í max 1.000 um árið og ikki sum nú eitt opið tal, t.d. í ár 30.000 uppihaldsloyvi.

 


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Mest lisið í farnu viku
Borgar­stjó­rin í Runavíkar býráð er ikki Tórbjørn Jacobsen á Glyvrum, hetta sigur Tobbi við R7
NOVA úr Suðuroynni (32) - 03. des 2018
R7 Premier League (28) - 03. des 2018
Brúgvin (112) - 3. des 2018
Jógvan Páll Lassen: Lat SEV selja bensin og olju
Hundraðtals milliónir fyri skeytið á Gomlurætt
Metis - Øll sendingin - 04. desember 2018
Sonni hevur Volvo "virus "
Kleptoman-landskassi
Í kjalarvørri­num, lív okkara - eitt kelduvað av vitan og lívsroyndum
"Kom á 2069!" (42) - 7. des 2018
Rák (27) Damudomi um sexismu í almanna rúminum
Glasir!
Nýtt virksemi í turkihúsi­num í Vági
Tvístøða (49) - "Mín besti vinmaður hevur kvett sambandi við meg!"
Fuglafjarðarsendingin (14) - 06. des. 2018
Her verða allar gátur loystar
Dýrir dreingir í Hoyvíkshaga
Tvístøða (49) - Øll sendingin
Tvístøða (49) - "Eingin hevur ábyrgdina av teimum, ið ikki finna bústað!"
Tíðindi klokkan 12
Eiga at halda fast við tálmandi rúsdrekka­politikkin
Novembervitjan í Suðuroy - møtir og bíbliuskeið
Tíðindi klokkan 17:00
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi