Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

Kamelar í Saudi Arabia vrakaðir, tí eigararnir brúktu botox

Andøvsløtan | 10/06-2018 18:21

Føroyingum dámar seyðasýningar til at velja vakrastu seyðirnar. Illar tungur vilja vera við, at teir ídnastu føroysku veðraalararnir brúka fransktbreyð, putursukur og wienarbreyð til at fita teir prúðastu veðrarnir í bygdini.

Arabarar elska sínar kamelar meiri enn føroyingar sín seyð, og í Miðeystri hava teir ikki bert kappríðing við kamelum men eisini vakurleikakappingar.

Teir ítastu kamelalararnir leggja nógv fyri til at vinna hesar kappingar. Men stundum vága teir ov mikið sum herfyri í Saudi Arabia.

Árliga vakurleikakappingin á arabisku hálvoynni varð eitt sindur spilt í vár, tí ikki færri enn 12 kamelar vórðu vrakaðir, tí at eigararnir høvdu brúkt botox fyri at gera sínar kamelar enn vakrari, enn teir vóru frammanundan.

Kappingin er partur av tí mánaðlanga “festivalinum”, sum Abdulaziz kongur skipar fyri uttan fyri høvuðstaðin Riyadh.

Arabiskir sjeikar eru ikki smáligir við okkara oljupengum, tá ið um virðislønir ræður. Vinninarnir fyri allar kappingarnar vóru 350 mió kr íalt, so freistingin at svika er altíð stór.

Svølpaðar og hangandi varrar og fastir, rundir kroppar geva nógv stig, og júst góð áfylling av botox í røttum støðum á kamelkrovinum kann avgera vinnarar.

 


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Fakta kekking av Ingolf S. Olsen
Magnus Heinason gjørdi bummtúr eftir toski
Vespureiðrið (100) - 18. mars 2019
EFTIRSKÚLI Á TVØROYRI Í AUGUST
Hugnaløtan (54) - Gestur: Hjalgrím Davidsen
Tí eigur onkur at steðga verandi ætlanum, áðrenn stórskaðin hendir.
"Kom á 2069!" (52) - 15. mar 2019
Prát við Rigmor Dam, fyrrv. mentamála­ráð­harra
Dómadagsmiðlar og politikarar siga eitt, veruleiki sigur annað
Toskurin ferðast
Hvast orðaskifti á tingi um Lands­bankan
Samkynda forkvinnan hjá skotsku konservativu júst fingið barn
Jógvan Skorheim vísir aftur øllum ákærunum frá Rógva Fossadal
Álvara Kaj Leo, meinar tú tað? Einki er meira veruleikafjart.
Normenn fingu rættuliga stóran tosk
Komið øll við (4) - Gestur: Mikkjal Hvannastein - 21. mars 2019
Stóra plastruddingin í Kyrrahavi­num er steðgað
Sendið boð eftir fráfarna stjóranum
Rák (37) Barna­rættindadagar 2019 vísa hvar barna­rættindi verða brotin í Føroyum
Hjalmar Zachariassen; Fólksins ogn
Tey villfremmandu halda fram at floyma yvir Bretland
VÍF - H71 endaði við 33-22
Hjálparfólka­felagið og Betri hava kunningarfund
Fyrsta flagið er loyst fyri eini risastórari verkætlan við eigaraíbúðum í Vesturbý­num í Havn
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi