Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

Fleiri fólk dripin í narkobardøgum í Mexico í fjør enn nakrantíð

Andøvsløtan | 10/06-2018 23:00

Í fjør bar av við hægsta tali nakrantíð av myrdum mexikanarum í bardøgum millum drøggbrotslið.

Í 2017 doyðu yvir 29.000 fólk í (mest) skotbardøgum millum menn, ið berjast um rættin til at keypa og selja narkotisk evni í og úr Latínamerika og til USA.

Hetta tal av deyðum var 2.000 hægri enn í 2016, tá gott 27.000 fólk lótu lív.

Kann nakar siga Trump-stjórnina ringa fyri at vilja avmarka fólkafloymin úr miseydnaðum latínamerikanskum statum inn í USA, har demokratarnir ynskja so nógvar ólógligar tilflytarar og veljarar úr Mexico sum gjørligt?

Tí við ólógligum tilflytarum (50.000 hava roynt hvønn mánað higartil í ár) fylgja lógloysi og royndirnar hjá Democrats at gera USA til eitt 3-heimsland.

Tað er nøkur lond sunnan fyri USA, ið Trump kallar “shit-hole” lond. Tað eru tey helst, tá ið so nógv fólk royna at flýggja haðan ístaðin fyri at gera tey betri.

Orsøkina til vaksandi tal av morðum um drøgghandil í Mexico sigast vera, at fleiri gamlir kartell-bossar eru tiknir og fongslaðir, og tómrúmið eftir teir og teirra brotslið verður nú fylt av nýggju brotsliðum.

Vit, ið ynskja USA og amerikanarum væl, nú USA hevur fingið sterkan búskap og framburð, vildu, at republikanski meirilutin í Kongressini játtar Trump neyðugan pening til at byggja tann 12 metrar høga múrin móti Mexico.

Drápstalið í Mexico er 20 ferðir hægri enn tað bretska eftir fólkatali. Tað kann geva eina ábending um, hví stórur meiriluti av vanligum amerikanarum ynskir at steðga floyminum av óynsktum latínamerikanarum, ið hvørki duga ella ætla sær at læra enskt mál.

Tann størsti mexikanski felagskapurin í útsynnings-USA eitur La Raza, ið merkir “rasan” ella fólkættin, hevur sum endamál at yvirtaka California, New Mexico, Arizona, Colorado og Texas, eitt umráði á stødd við alt Evropa.

Verður La Raza meiriluta í útsynnings-USA, so verður tann besti parturin av landinum eitt Mexico aftrat, og so mugu hesi fólkini aftur flyta eystur- og norðureftir, tí tey klára ongastaðni at skapa og reka eitt siviliserað land.

 


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Countryrøddin hjá Alex er tagnað her
Prát við Virgar Dalsgaard
Prát við Virgar Dalsgaard
Vit mugu tora at standa við okkara sannføring
Country sunnudags­skúli á Stakka í Sørvági
Tað villasta eg havi upplivað - hetta var heilt fantastiskt
Nýggju plakatir­nar hjá Suffiu Nón eru komnar í handlarnar
Pól Huus Sólstein hugleiðir
Nærum liðugt við Grótbrúgv
Ein samandráttur frá Runutusk2018 - VIDEO
Bussur útav
Mál útloysti jarðskjálvta
Sjúrður Højgaard við umbygdum barnavogni - allar Føroyar fáa vitjan
Klaksvíkar Býráð fer í dag at viðgera Sjósavnið
Hvat nú um tú tekur feil viðvíkj­andi fosturtøku?
Vespureiðrið (81) - 18. juni 2018
Víkingur ynskir sær HJK Helsinki - bolt.fo
Summar­ungdómsmøtir í Havn 2018
Flottir eru teir -myndatema
Myndir frá Country og Blues festivali­num - leygarkvøld í Sørvági.
Samrøður frá Countryfestivali­num 2018
Øll hini máli­­ni eru avgreidd frá tinginum
Jacob Vestergaard: Ótryggleikin í føroysku fiski­vinnuni veksur fyri hvønn dag
Ruth inn av seinasta túrinum fyri summar­feriuna
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi