Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

Klandur um navnið Macedonia og arvin eftir Alexandur mikla

Andøvsløtan | 10/06-2018 19:00

Klandur um navnið Macedonia og arvin eftir Alexandur mikla

300.000 fólk gingu kravgongu í Thessaloniki, høvuðstaði í grikska landspart-inum Macedonia. Tey mótmæltu, tí grannalandið fyri norðan, ið ber sama navn, ger seg inn á einkarrættin hjá grikska landspartinum at eiga navnið.

Stjórnin í Athen førir fram, at fyrr jugoslaviski landsparturin, ið hevur fingið sær navnið Macedonia, roynir at kradda sær burtur av grikskum landøki.

Macedonia tók sjálvstýri frá gamla Jugoslavia í 1991. Tað var tá fátækasti landslutur í Jugoslavia, og er nú næst fátækasta land í Evropa eftir Moldova.

Landið er bert 26.000 km2 (sum Jútland) við 2,1 mió íbúgvum, 4 tungumálum og bert $ 6.000 í miðal ársinntøku pr íbúgva (= 1/7 av føroyska BTÚ).

Bæði nýggja lýðveldið Macedonia og Grikkaland, sum eigur sín landslut við sama navni, eru pávastolt av navninum, sum í 3. øld f. Kr. var heimland hjá heimsgitna Alexanduri mikla og var miðdepil í tá heimsins størsta ríki.

ST skjýtur upp nýggjar samráðingar fyri at loysa tann “gordiska knútin” um rættin til navnið Macedonia. Træta hevur verið um navnið í 27 ár, og hon hevur forðað balkanlandinum Macedonia í at verða upptikið í NATO og ES.

Grikkaland sigur seg kunna ganga við til tað heldur tunga navnið: “ Fyrr Jugoslaviska Lýðveldið Macedonia.” Tað var navnið, landið hevði, tá ið tað gjørdist ST-limur í 1993, og Grikkaland ikki hevur viljað broytt síðan.

Grikska mótstøðan er sum sagt nóg stór til at savna 300.000 fólk til ein mótmælisfund. Grikkaland hevur 11 mió íbúgvar, er 5 ferðir meiri fólkaríkt enn Macedonia, og er bæði limur í NATO og ES, har tað hevur sýtingarrætt.

So Macedonia hevur størri áhuga enn Grikkaland í at loysa trætuna um navnið til at fremja sín NATO og ES-limaskap.

 


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Fakta kekking av Ingolf S. Olsen
Magnus Heinason gjørdi bummtúr eftir toski
Vespureiðrið (100) - 18. mars 2019
EFTIRSKÚLI Á TVØROYRI Í AUGUST
Hugnaløtan (54) - Gestur: Hjalgrím Davidsen
Tí eigur onkur at steðga verandi ætlanum, áðrenn stórskaðin hendir.
"Kom á 2069!" (52) - 15. mar 2019
Prát við Rigmor Dam, fyrrv. mentamála­ráð­harra
Dómadagsmiðlar og politikarar siga eitt, veruleiki sigur annað
Toskurin ferðast
Hvast orðaskifti á tingi um Lands­bankan
Samkynda forkvinnan hjá skotsku konservativu júst fingið barn
Jógvan Skorheim vísir aftur øllum ákærunum frá Rógva Fossadal
Álvara Kaj Leo, meinar tú tað? Einki er meira veruleikafjart.
Normenn fingu rættuliga stóran tosk
Komið øll við (4) - Gestur: Mikkjal Hvannastein - 21. mars 2019
Stóra plastruddingin í Kyrrahavi­num er steðgað
Sendið boð eftir fráfarna stjóranum
Rák (37) Barna­rættindadagar 2019 vísa hvar barna­rættindi verða brotin í Føroyum
Hjalmar Zachariassen; Fólksins ogn
Tey villfremmandu halda fram at floyma yvir Bretland
VÍF - H71 endaði við 33-22
Hjálparfólka­felagið og Betri hava kunningarfund
Fyrsta flagið er loyst fyri eini risastórari verkætlan við eigaraíbúðum í Vesturbý­num í Havn
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi