Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

Belgiskur “deyðsdeknur” 27 ára fongsul fyri 50 manndráp

Andøvsløtan | 10/06-2018 16:15

Á øðrum sinni í fáar mánaðir er ein evropiskur sjúkrarøktarfrøðingur dømdur fyri seriumorð, upp í 50 fólk hesuferð í Belgia. Tað er 61 ára gamli Ivo Poppe, ið eisini hevur starvast sum sálarhirði og hjálparprestur hjá katólsku kirkjuni.

Hesin “deyðsdeknurin”, sum belgiskir miðlar eyknevna drápsmannin, útinti drápini frá ungum árum í 1978 til hitt seinasta í 2011.

Stutt er fráliðið, síðan týski sjúkrarøktarfrøðingurin Niels Høgel fekk lívlangt fongsul fyri at hava dripið hóp av sjúklingum og er illtonktur fyri yvir 100 morð.

Belgiski rætturin í Bruges valdi 5 lætt prógvað dráp fyri at fáa Poppe dømdan, t.m. mammu sína, fosturpápa, tveir abbabeiggjar og ein eldri sjúkling á sjúkrahúsinum, har Poppe arbeiddi í býnum Menin tætt við franska markið.

Belgiski “deyðsdeknurin” vardi seg við, at hann hevði gjørt samkensludráp, tí sjúklingarnir vóru gamlir og píndust. Fyrsta offur sítt kvaldi hann við kodda.

Dómarin sópaði undanførslu og drápsmotiv hjá verjunum av borðinum, hóast Belgia loyvir eutanasi, samkensludráp, í serligum førum og strongum eftirliti.

Ivo Poppe beindi fyri sínum offrum við at spræna luft inn í venur teirra, so hjartað brast, tá tað tóma hjartakamarið pumpaði við vanligari styrki.

Hesin katólski hjálparpresturin og sálarhirðin, ið var starvssettur til eisini at lætta sjúklingum um teirra seinastu sjúkradagar, kom undir illgruna og varð ákærdur, eftir at hann hevði fortalað seg í trúnaðarsamrøðu við sín sálarlækna og viðgingið, at hann hevði beint fyri “10-tals sjúkum fólkum.”

Tann hvítkitlaði seriumordarin sær annars meinaleysur út, skegg og brillur, giftur maður við 3 vaksnum børnum. Hann umbar seg undir avhoyring hjá løgregluni við, at hann var strongdur, tí húsið varð umvælt og konan sjúk.

Verjarnir førdu fram í rættinum, at ein drúgvur dómur er høpisleysur, tí Poppe hevur krabbamein og stendur til skurðviðgerð. “Krabbi er nóg ring sjúka, hildu teir, “men í einum fongsli er hann ein marra,” sum annar teirra málbar seg.

Dómarin var tó ikki at vika og dømdi “deyðsdeknin” til 27 ára fongsul fyri tey 5 prógvaðu morðini, men legði upp til, at hini 45-50 morð hansara fóru kanska at verða tikin upp í rættinum, um ákæravaldið helt nakra meining vera í teim.

 


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Mest lisið í farnu viku
Borgar­stjó­rin í Runavíkar býráð er ikki Tórbjørn Jacobsen á Glyvrum, hetta sigur Tobbi við R7
NOVA úr Suðuroynni (32) - 03. des 2018
R7 Premier League (28) - 03. des 2018
Brúgvin (112) - 3. des 2018
Jógvan Páll Lassen: Lat SEV selja bensin og olju
Hundraðtals milliónir fyri skeytið á Gomlurætt
Metis - Øll sendingin - 04. desember 2018
Sonni hevur Volvo "virus "
Kleptoman-landskassi
Í kjalarvørri­num, lív okkara - eitt kelduvað av vitan og lívsroyndum
"Kom á 2069!" (42) - 7. des 2018
Rák (27) Damudomi um sexismu í almanna rúminum
Glasir!
Nýtt virksemi í turkihúsi­num í Vági
Tvístøða (49) - "Mín besti vinmaður hevur kvett sambandi við meg!"
Fuglafjarðarsendingin (14) - 06. des. 2018
Her verða allar gátur loystar
Dýrir dreingir í Hoyvíkshaga
Tvístøða (49) - Øll sendingin
Tvístøða (49) - "Eingin hevur ábyrgdina av teimum, ið ikki finna bústað!"
Eiga at halda fast við tálmandi rúsdrekka­politikkin
Tíðindi klokkan 12
Novembervitjan í Suðuroy - møtir og bíbliuskeið
Tíðindi klokkan 17:00
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi