Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

Ethiopia aftur í undantaksstøðu

Andøvsløtan | 10/06-2018 23:30

Tað er ikki longur síðan enn í fjør, at Ethiopia var í undantaksstøðu seinast.

Herfyri lýsti 4-flokka marxistiska stjórnin nýggja neyðrættarstøðu. Stjórnin hevur havt valdið í landinum í 26 ár, og tað prutlar støðugt undir lokinum.

Ethiopia er stórt land í Afrika, 1,1 mió ferkilometrar (nærum 3 ferðir Frakland), og yvir 100 mió fólk búgva í hesum blóðfátæka sosialistiska hundabølinum.

Mótmælini harðnaðu í vetur, og mannfallið var so stórt í samanbrestum millum mannamúgvur øðrumegin og løgreglu og herdeildir hinumegin, at stjórnin segði seg noydda at bannlýsa øllum politiskum virksemi. Ethiopia er sum flestu afrikansk lond, har lítið og einki fólkaræði er.

Serliga tríggir ættarbólkar stríðast um valdið. Ovast á etniska dunganum situr Tigrayan yvirstættin og heldur landslutunum Oromia og Amhara niðri.

So frægt úrslit halda andstøðuflokkarnir mótmælini hava givið, at partarnir nú samráðast mitt í hesi neyðrættarstøðuni, ið er sett til at fara út gildi í juli. Stjórnin hevur latið 6.000 fongslaðar andstøðuleiðarar leysar.

Kanska leggur 4-flokkastjórnin skjótt frá sær eftir 26 ár við valdið.

Miðal ársinntøkan hjá etioparanum er um $ 900, t.e. 2-3 dollarar um dagin.

Hungursneyð herjar javnan Ethiopia, eisini meðan verandi forseti, Mulatu Teshome, var landbúnaðráðharri frá 2005 og 2013, tá hann gjørdist forseti.

Bretska avísin, The Guardian, hevur skrivað um “grønu” hungursneyðina. Hon verður kallað grøn, tí hóast tað hevur regnað heilt fitt í hesum fyrr ofta turra afrikanska landinum, hevur mattrotið verið óbroytt í Ethiopia.

Nú velta kinesiskar og indiskar stórfyritøkur fittan part av ethiopisku jørðini og fara av landinum við tí mestu avgrøðini. Henda útflutning rinda kinverjar og indarar 4-flokka sosialistisku stjórnini í Addis Ababa fyri.

Hvar peningurin fyri landúnargrøðina endar, er trupult at fáa greiðu á. Tað ber heldur ikki til at finna fram til, hvat nettovirðið hjá forsetanum er, men rakreyv er ikki talan um. Tað er sum allastaðni í Afrika: Ríkir leiðarar og fátækt fólk.


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Mest lisið í farnu viku
Borgar­stjó­rin í Runavíkar býráð er ikki Tórbjørn Jacobsen á Glyvrum, hetta sigur Tobbi við R7
NOVA úr Suðuroynni (32) - 03. des 2018
R7 Premier League (28) - 03. des 2018
Brúgvin (112) - 3. des 2018
Jógvan Páll Lassen: Lat SEV selja bensin og olju
Hundraðtals milliónir fyri skeytið á Gomlurætt
Metis - Øll sendingin - 04. desember 2018
Sonni hevur Volvo "virus "
Kleptoman-landskassi
Í kjalarvørri­num, lív okkara - eitt kelduvað av vitan og lívsroyndum
"Kom á 2069!" (42) - 7. des 2018
Rák (27) Damudomi um sexismu í almanna rúminum
Glasir!
Nýtt virksemi í turkihúsi­num í Vági
Tvístøða (49) - "Mín besti vinmaður hevur kvett sambandi við meg!"
Fuglafjarðarsendingin (14) - 06. des. 2018
Her verða allar gátur loystar
Dýrir dreingir í Hoyvíkshaga
Tvístøða (49) - Øll sendingin
Tvístøða (49) - "Eingin hevur ábyrgdina av teimum, ið ikki finna bústað!"
Tíðindi klokkan 12
Eiga at halda fast við tálmandi rúsdrekka­politikkin
Novembervitjan í Suðuroy - møtir og bíbliuskeið
Tíðindi klokkan 17:00
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi