Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

Kvinnuligur leiðari í írska uppreistrarflokkinum Sinn Féin

Andøvsløtan | 10/06-2018 15:39
Mary Lou McDonald og Gerry Adams

Eftir at hava sitið sum formaður í írska flokkinum, Sinn Féin og í IRA í 35 ár, legði Gerry Adams frá sær herfyri, og stutt eftir varð ein kvinna, Mary Lou McDonald vald í hansara stað til at leiða tann sosialistiska loysingarflokkin.

Mary Lou McDonald hevði einki mótvalevni til formanssessin, so hon man fáa góða undirtøku í hesum løgna írska politiska fyribrigdinum, Sinn Féin.

Mary Lou sær toliliga mild út sammett við Gerry Adams, ið altíð hevði ein “brúnan skugga” hangandi yvir sær. Ikki frítt, at hann var illtonktur, men ongantíð dømdur fyri at eiga lut í nøkrum av teim mongu manndrápunum í krígnum millum Suður- og Norðurírland, ið endaði fyri fáum árum síðan.

“Brúnur skuggi” sigi eg, hóast politiski liturin hjá Sinn Féin og IRA er blóðreyður. Onkur hevði við ávísum rætti hildið, at írski Lýðveldisflokkurin er so vinstravendur, at tað markar til kommunismu, hóast tað er óalment.

Vit tosa um eitt slag av írskum “Tjóðveldi”, og Sinn Féin er politiski vongurin av sonevnda IRA, Írska Lýðveldisflokkinum, ið hevur ført vápnað kríggj móti stjórnarberandi (stovureinu) flokkunum bæði í Ulster og í Írska Lýðveldinum.

Talan er tí um ein sosialistiskan tjóðskaparflokk, ið nú hevur fingið forkvinnu. Mary Lou McDonald ongantíð sum Gerry Adams hevur verið limur í tí blóðdálkaða IRA. Provisional IRA er terrorfelagskapur, men nú minni blóðigur.

IRA varð stovnað í 1905, 16 ár áðrenn Írland fekk sjálvstýri frá Bretlandi. Stovnari var Arthur Griffith, ein av fremstu sjálvstýrispolitkarum Írlands.

Írskur politikkur hevur altíð verið fløktur, og flokkarnir øðrvísi skipaðir enn okkar. Stór ósemja hevur verið millum írar um Norðurírland, ið valdi at verða verandi í Bretlandi, tá ið Suðurírland, tá Eire, tók sjálvstýri í 1921.

Sinn Féin hevur sum einasti flokkur virkað báðumegin markið millum katólska Suður og protestantiska Norður. Hann er umboðaður í Dáil Éireann í Dublin við 23 av 158 sessum og í Stormont í Belfast við 27 av 90 sessum og hevur havt sum aðalmál eitt sameint, sosialistiskt (og so kanska katólskt) Írland.

Við nýggju forkvinnuni vóna Sinn Féin og IRA, at flokkurin verður stovureinur í Ulster og í Lýðveldinum, men hinir flokkarnir vilja ikki hava hann við í stjórn, tí hann verður hildin alt ov víðgongdur bæði sosialistiskt og tjóðskaparliga.

 


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Countryrøddin hjá Alex er tagnað her
Prát við Virgar Dalsgaard
Prát við Virgar Dalsgaard
Vit mugu tora at standa við okkara sannføring
Country sunnudags­skúli á Stakka í Sørvági
Tað villasta eg havi upplivað - hetta var heilt fantastiskt
Nýggju plakatir­nar hjá Suffiu Nón eru komnar í handlarnar
Pól Huus Sólstein hugleiðir
Nærum liðugt við Grótbrúgv
Ein samandráttur frá Runutusk2018 - VIDEO
Bussur útav
Mál útloysti jarðskjálvta
Sjúrður Højgaard við umbygdum barnavogni - allar Føroyar fáa vitjan
Klaksvíkar Býráð fer í dag at viðgera Sjósavnið
Hvat nú um tú tekur feil viðvíkj­andi fosturtøku?
Vespureiðrið (81) - 18. juni 2018
Summar­ungdómsmøtir í Havn 2018
Víkingur ynskir sær HJK Helsinki - bolt.fo
Flottir eru teir -myndatema
Myndir frá Country og Blues festivali­num - leygarkvøld í Sørvági.
Samrøður frá Countryfestivali­num 2018
Øll hini máli­­ni eru avgreidd frá tinginum
Jacob Vestergaard: Ótryggleikin í føroysku fiski­vinnuni veksur fyri hvønn dag
Ruth inn av seinasta túrinum fyri summar­feriuna
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi