Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Ósannar ákærur ímóti nýskipan og samgongu

Lesarabrøv, Politikkur | 11/06-2018 11:55

Soleiðis skrivar Ingolf S. Olsen í lesarabrævi sínum. Seinast í brævinum skrivar hann soleiðis: "Tískil er tað ikki bara reingjan av veruleikanum, men beinleiðis ósatt at geva nýggju lógini um sjófeingi skuldina fyri vánaligum tølum á botnlinjuni hjá ávísum reiðaríum". Les her

Ósannar ákærur ímóti nýskipan og samgongu

Sambært Jacob Vestergaard, fyrrverandi fiskimálaráðharra, finst valla nøkur hernaðarsamgonga, tað veri seg fyri eystan ella fyri vestan, sum kemur sitandi samgongu til kníggja í sínum miðvísu atsóknum og effektivu oyðingarmegi.

Nú um dagarnar hevur hann hildið torgtalu á sínum facebook-vanga – eisini endurgivin í øðrum miðlum – við millum annað hesi staðfesting um avleiðingarnar av nýggju lógini um sjófeingi:

”Eftir stuttari tíð er vinningurin hjá fyritøkunun burtur og manningarnar, tær sum framhaldandi hava arbeiði, hava verið fyri stórum lønarmissi.”

Tað má sigast at vera effektivt. Øll vinnan við tilhoyrandi arbeiðsplássum er longu á fallandi fóti, fimm mánaðir eftir, at lógin um sjófeingi fór í gildi, og stórarbeiðið at implementera hana í verki nóg illa er farið í gongd.

Tað sigur seg sjálvt, at hetta er møsn. Reint matematiskt er Jacob Vestergaard í øllum førum meira enn eitt ár ov tíðliga úti við sínum homerska harmaljóði, tí í fyrsta lagi út á summarið 2019 verður nakar reiðarí- ella virkisroknskapur fyri 2018 almennur. So tástani ber til at staðfesta, gita og illgita um avleiðingarnar av fiskivinnunýskipanini við støði í faktiskum roknskapartølum.

Negativ lobbyisma
Sjálvandi kunnu onkur reiðarí, væl stuðlað av politiskum andstøðingum, altíð skylda upp á samgonguna og fiskivinnupolitikkin, tá okkurt keðiligt er at siga frá, ella tá ætlanir eru um at gera okkurt, sum ikki hóvar manningunum. Eitt nú, at tað nú valdar so øgilig óvissa um framtíðina, tí teir gomlu rættindahavararnir ikki longur hava 100 prosent vissu fyri at fáa 100 prosent av fiskirættindunum, men bert hava 100 prosent vissu fyri at fáa ímillum 75 og 85 prosent av øllum fiskirættindunum.

Slík negativ lobbyisma er vælkend, og summi av teimum – í hesum førinum onkrir fiskimenn – sum fáa offurleiklutin í hesum væl stjórnaða sjónleiki, fara kanska eisini at kenna seg sum offur. Tey fara í part við leikstjóranum. Tey flestu tó bara til tey síggja, at talan júst bert er um sjónleik. Tí tað er tað.

Rættindahavarar gjalda
Henda samgongan er tann einasta í søguni, sum klárt og týðuligt hevur gjørt greitt, at tað eru rættindahavararnir og ikki manningarnar, sum skulu gjalda fyri fiskirættindi.

Tískil garanterar henda samgongan, at manningarnar IKKI verða fyri lønarmissi, tá rættindhavararnir útvega sær rættindi annaðhvørt sum ”søgulig” rættindi ella rættindi keypt á uppboðssølu.

Tað er meira, enn Jacob Vestergaard og Fólkaflokkurin gera ella nakrantíð hava gjørt. Teir hava í fleiri ár lagt veiðigjøld á fiskiflotan, sum manningarnar sum tað størstu sjálvfylgju hava skula goldið sín part av, og Fólkaflokkurin hevur ongantíð sagt seg ætlað nakað annað.

Tað ger henda samgongan, og hon fer at halda tað lyftið.

Nú valdar kortini ósemja um, hvørt uppboðssølugjaldið er loyvdur frádráttur sambært sáttmálanum millum Føroya Reiðarafelag og manningarfeløgini – altso hvørt manningarnar skulu rinda sín part av gjaldinum samsvarandi býtisprosentinum hjá tí einstaka skipinum, ið fiskar keyptu kvoturnar.

Lógarfest
Hetta slagið eiga manningarfeløgini at vinna.

Tí tað er ongin ivi um, at vit í samgonguni bert hava og hava havt ætlanir um, at tað eru rættindahavararnir, sum skulu gjalda veiðigjald fyri rættindini, sum ikki eru útvegað á uppboðssølu, og prísin fyri rættindini, sum verða keypt á uppboðssølu.

Tí tað eru bert rættindahavararnir, sum hava nakran ræðisrætt á hesum rættindum, millum annað rættin at avhenda tey aftur.

Samgongan hevur ikki bara sagt hetta, men hevur beinleiðis skrivað tað í lógina um sjófeingi, sum fór í gildi á nýggjárinum. Og tað verður eisini rist í stein í lógini um veiðigjald, sum tíverri ikki fekst avgreidd í verandi tingsetu, men verður tað tíðliga í næstu tingsetu, t.e í heyst.

Stórar kvotur
Onki reiðarí ella virki er heldur komið í trupulleikar av nýggju lógini um sjófeingi.

Gaman í, tey reiðaríini, sum áður áttu rættin at fiska uppsjóvarfisk og botnfisk á fjarleiðum, eiga nú ”bara” 85 prosent av hesum rættindum – tó 75 prosent av svartkjaftinum. Hetta søguliga fæið fingu gomlu rættindahavararnir nevniliga við sær yvir í nýggju skipanina, og tað er so øgiliga nógv meira, enn kvotugrundarlagið undir øllum teirra skipum var, tá tey í síni tíð hvørt sær blivu kontraktað.

Hyggja vit bara eftir makrelinum, so eru 85 prosent av heildarkvotuni har fleiri ferðir so nógv, sum øll heildarkvotan var fyri 10 árum síðani – beint áðrenn vit fyrst hækkaðu hana einsæris og seinni fingu strandarlandasemju um, at føroyski luturin skuldi verða út við tríggjar ferðir so stórur, sum hann var frammanundan.

Og tosa vit um botnfiskiskapin í Barentshavinum, so eru 85 prosent av rættindunum har eisini væl meira, enn øll kvotan hevur verið í miðal tey seinastu nógvu árini.

Nú skal tað tó eisini takast við, at landsstýrismaðurin hevur heimild at lata upp í 8,5 prosent av bruttokvotunum – t.e áðrenn nakað er farið av í umbýti við onnur lond ella til annað – sum menningarkvotu. Hesa heimild hevur hann bert nýtt í sambandi við býtið av uppsjóvarkvotunum í ár. Men kortini er søguligi parturin har enn nógv størri, enn hann var, tá uppsjóvarflotin fekk verandi samanseting.

Ósannar ákærur
Tískil er tað ikki bara reingjan av veruleikanum, men beinleiðis ósatt at geva nýggju lógini um sjófeingi skuldina fyri vánaligum tølum á botnlinjuni hjá ávísum reiðaríum. Eisini, um vit spæla okkum við tankan um, at Jacob Vestergaard kendi hesi tølini fyri fyrsta árið undir nýggju lógini um sjófeingi, longu áðrenn hetta sama árið er hálvrunnið.

Og sjálvur eri eg vísur í, at tað heldur ikki seint næsta summar, tá 2018-roknskapirnir verða tøkir, verður gróðrarbotnur fyri sonnum tíðindum um óndu ætlanirnar og oyðileggjandi megina hjá sitandi samgongu.

Ingolf S. Olsen
Tjóðveldi, framsøgumaður í fiskivinnumálum

 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi