Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Regn í dag, vindur í morgin, men so verður betri veður aftur

Innanlands | 13/06-2018 12:40

Veðrið frá DMI

 

Veðurlagið:

Eitt lágtrýst, 1.000 hPa, í ein útnyrðing úr Skotlandi flytur seg spakuliga í ein landnyrðing, og eitt tilhoyrandi brúgvalag við regni fer framvið Føroyum í kvøld. Eitt djúpt lágtrýst, undir 975 hPa, nærkast Føroyum í nátt.

Veðurvánirnar:

Vindurin veksur til andøvsgul til strúk í vindi av suðri og útsynningi, 8 til 13 m/s. Tað verður samdrigið og regn størsta partina av degnum. Hitin fer at liggja millum 7 og 10 stig. Í nátt verður eitt skifti minni vindur, men framvegis løtur við regni. Hitin fer framvegis at liggja millum 7 og 10 stig.

Veðrið hósdagin:

Andøvsgul til strúk í vindi av landsynningi - tó eitt skifti av ymsum ættum, 8 til 13 m/s. Út á seinnapartin veksur vindurin til strúk í vindi til skrið av vestri, 13 til 20 m/s, og tað kunnu eisini verða harðar hvirlur. Tað verður skýggjað og regn ella ælaveður fyri tað mesta. Hitin fer at liggja um 10 stig.

Veðrið fríggjadagin:

Frískur vindur til hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, sum út á dagin minkar til andøvsgul til strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Tað verður ælaveður, men eisini nakað av sól av og á. Hitin fer at liggja millum 9 og 12 stig. Leygarnáttina verður gul til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s. Tað verður skiftandi skýloft og einstøk æl. Hitin fer at liggja millum 6 og 9 stig.

Veðrið leygardagin:

Lot til andøvsgul av útsynningi, 3 til 8 m/s. Sunnunáttina snarar ættin í sunnan. Tað verður nakað av sól ella sólglottar leygardagin, men eisini møguleiki fyri einstøkum ælum. Hitin um dagin fer at liggja millum 9 og 12 stig, um náttina millum 6 og 9 stig.

Veðrið sunnudagin:

Lot til andøvsgul av suðri ella ymsum ættum, 2 til 7 m/s. Mánanáttina verður gul til frískan vind, 5 til 10 m/s. Fyrst verður turt fyri tað mesta við nakað av sól ella sólglottum, seinni verður skýggjað og løtur við regni. Hitin fer at liggja millum 8 og 12 stig.

Og veðrið mándagin:

Gul til frískan vind av suðri og útsynningi, 5 til 10 m/s. Tað verður skýggjað og løtur við regni. Hitin fer at liggja um 10 stig.


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Mest lisið í farnu viku
Menningarkvotan í Vestmanna í vanda
Segði Rigmor Dam ov nógv um tíðindaleiðaran?
Prát við Jóan Paula í Geil
Fuglafjarðarsendingin (3) - 20. sept. 2018
Jónfinn valdur til " ársins Vestmenning ", er staddur í Mauritania
Vestmannadagar: Veðrar úr Góðmansskor á uppboðsølu - veðrur fór fyri  6.500 kr
Kristin Michelsen misnøgdur við raðfesting­ina av tunlum
Góður gongutúrur í gjár - "Vestmannadagar" halda fram í dag
Metis - Øll sendingin - 18. september 2018
750.000 laksar deyðir í Sundalagnum
Ferjuætlan fyri Føroyar
Samhaldsfasti hækkar 1.045 kr. Lands/­kommunukassar fáa 1.070 kr
Semja við handverkarafeløgini
Spreinging á Rókini 20/­9-18
Finskur ráðharri í politiskum ódnarveðri tí hann hevur mótmælt fosturtøku
Opið bræv til Føroya Landsstýri og Føroya Løgting
Hugnaløtan (34) - Gestur: Jeffri Johannesen
Hava funnið Endeavour hjá James Cook
Vespureiðrið (90) - 24. sept 2018
Menningar­kvotur kunnu misbrúk­ast uttan avleiðingar
Fyrispurn­ingur til Sirið Steenberg, um álvarsligar avleiðingar av hjúnabands­lógini
R7: Fuglafjarðarsendingin beinleiðis í dag klokkan 15.00 til 17.00
John William Joensen: Góði Mikkjal & Co, vælsignaðir hølvi HB av!
Tvístøða (39) - Øll sendingin
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi