Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Bæði IRF og kommunurnar spara við at nýta trýstbingjur

Innanlands | 13/06-2018 14:40

“Nýggju bingjurnar spara bæði IRF og kommununum pengar.” Tað sigur Aslaug Gisladóttir, varastjóri í IRF.

IRF hevði í farnu viku vitjan av fólki úr Nes, Kvívíkar, Sørvágs og Vága kommunu, sum allar hava gjørt íløgur í trýstpressubingjur, sum verða nýttar til burturkast ið brennir. Bingjurnar, sum eru 20 m3 til støddar, trýsta burturkastið saman, soleiðis at tær, sambært framleiðaranum, kunnu rúma heilt upp í 6-7 ferðir so nógv burturkast.

R7 spurdi Aslaug Gisladóttir, um hetta ikki gevur IRF minni í inntøku, við tað at kommunurnar rinda alt eftir, hvussu nógv kubikk av burturkasti tær lata inn til brennistøðina.

Aslaug Gisladóttir svarar, at gjaldið verður ikki bara roknað í kubikkmetrum. Um ein kommuna pressar ruskið niður í ein sættapart, so merkir tað ikki, at rokningin eisini fer niður í ein sættapart, men hon verður kanska nærri einum triðingi.  

“Harumframt spara vit eisini pengar, við tað at vit skulu ikki so ofta út at heinta ruskið,” sigur hon. Harvið eru trýstbingjurnar ein sparing bæði fyri kommunurnar og fyri IRF.

Spurd um tað hevur ávirkan á tíðina, tað tekur at brenna ruskið, um tað verður pressað saman, sigur Aslaug Gisladóttir, at har er eingin munur á.

Brennistøðin hjá IRF koyrir við fullari styrki aftur eftir eina størri umvæling, og støðin klárar at brenna væl meira nú enn hon gjørdi áðrenn umvælingina. Umframt ruskið sum kemur inn til støðina eru umleið 400 ball brend av ruskinum sum varð goymt, meðan brennistøðin varð umvæld.


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Fakta kekking av Ingolf S. Olsen
Magnus Heinason gjørdi bummtúr eftir toski
Vespureiðrið (100) - 18. mars 2019
EFTIRSKÚLI Á TVØROYRI Í AUGUST
Hugnaløtan (54) - Gestur: Hjalgrím Davidsen
Tí eigur onkur at steðga verandi ætlanum, áðrenn stórskaðin hendir.
"Kom á 2069!" (52) - 15. mar 2019
Prát við Rigmor Dam, fyrrv. mentamála­ráð­harra
Dómadagsmiðlar og politikarar siga eitt, veruleiki sigur annað
Toskurin ferðast
Hvast orðaskifti á tingi um Lands­bankan
Samkynda forkvinnan hjá skotsku konservativu júst fingið barn
Jógvan Skorheim vísir aftur øllum ákærunum frá Rógva Fossadal
Álvara Kaj Leo, meinar tú tað? Einki er meira veruleikafjart.
Normenn fingu rættuliga stóran tosk
Komið øll við (4) - Gestur: Mikkjal Hvannastein - 21. mars 2019
Stóra plastruddingin í Kyrrahavi­num er steðgað
Sendið boð eftir fráfarna stjóranum
Rák (37) Barna­rættindadagar 2019 vísa hvar barna­rættindi verða brotin í Føroyum
Hjalmar Zachariassen; Fólksins ogn
Tey villfremmandu halda fram at floyma yvir Bretland
VÍF - H71 endaði við 33-22
Hjálparfólka­felagið og Betri hava kunningarfund
Fyrsta flagið er loyst fyri eini risastórari verkætlan við eigaraíbúðum í Vesturbý­num í Havn
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi