Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing
? / ??

Trump mist tolið og satsar høgt fyri at fáa $ 25 mia til múrin

Andøvsløtan | 24/06-2018 22:32

Trump verður meiri umstríddur fyri hvønn dag. Amerikansku miðlarnir hava langt síðan tveitt allar demokratiskar spælireglur fyri borð, hava blakað óhefta skortin og vísa sítt sanna andlit sum skammleysir sosialistiskir láturverjar.

Rok er á útsynningsmarkinum við Mexico, har 50.000 óløgligir “innbrótarar” um mánaðin úr 3-heimslondum royna at treingja inn í USA.

Miðlarnir eru farnir at misbrúka avleiðingarnar av eini lóg hjá Obama til at øsa kenslur upp móti Trump-stjórnini. Lógin kevur, at børn skulu vera passað ta løtuna, meðan foreldrini søkja innferðarloyvi á skrivstovum við markið.

Endamálið við hesum kenslu”blackmail” er at forða marknarvørðum í at gera sítt arbeiði við at skráseta tilflytarar, so stjórnin leggur kongin og lovar 2.000 útlendskum analfabetum um dagin inn í USA. Tilflytarar atkvøða Democrat.

Higartil hevur Kongressin bert játtað stjórnini $ 1,5 mia til at byggja múrin móti Mexico. Tað er 1/20 av tí, tann 4.000 km langi og 10 metra høgi, óyvirkomiligi, múrurin kostar. Nýtslujáttanin í vár var $ 1.300 mia íalt, so Trump fekk lítið.

Nú er tolið hjá hesum hendinga forseta uppi. Tað ljóðar, at hann fer at brúka sín útinnandi vald í fíggjarmálum til at steðga fleiri almennum tænastum bert fáar vikur áðrenn miðvalini í november, tá ið fleiri kongresslimir skulu veljast.

Um Trump tippir statskassans pengastreym, verður ruðuleiki í USA. Men tað unna demokratar væl republikanum at fáa skyldina fyri, og tað hevði tvingað partamenn Trumps at játta forsetanum peningin til at byggja allan múrin.

Ein meiriluti av amerikanum vil hava múrin, tí teir eru deyðmóðir av at taka ímóti heimsins bermu í stríðum streymum. Í USA búgva longu 20-30 mió (eingin veit við vissu) óløgligir innbrótarar, ið destabilisera samfelagið.

Fleiri demokratar standa eisini fyri vali í heyst. Teir tora heldur ikki at nokta USA ein múr, tí teir verða eisini revsaðir av sínum veljarum fyri tað. Hvørt mansbarn veit, hví Trump steðgar fíggingini av almennum tænastum.

Forsetin satsar hart her. So vóna vit bara, at hann tevjar rætt, so at USA bæði fær sín múr, og Trump megnar at styrkja Republikanska flokkin, so hann fær enn størri meiriluta í Umboðsmannatingi og Senati enn nú.

 

 

 

  


Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi