Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Hagtøl geva ábending um at fiskimenn hava rætt

Fiskivinna | 24/06-2018 14:09

Havstovan kannar nógv millum ár og dag. Tí eiga vit sera nógv ymisk hagtøl. Nøkur eru sera neyv meðan onnur møguliga eru eitt sindur óneyv. Tað ber saktans til at ávísa samband milum tað fiskmenn siga og tað tølini siga.

Nú vit kanska skulu hava kvotur komandi ár, er rættuliga relevant at umrøða hvussu vit best røkja okkara fiskastovnar.

ICES og Havstovan ráðgeva eftir einari skipan, sum gjørdist kend fyri meira enn 60 árum síðan. Útgangsstøði hjá teimum er, at tað ber til at goyma fiskin í sjónum og fiska hann tá hann er størri. Eisini sigur fiskifrøðin at tað ber til, við at stýra rætt, at stovnurin hvørt ár er stórur og at nógv kemur undan.

Hetta ivast fiskimenn í. Teir tosa um at náttúran bestemmar.

Eg havi gjørt ymiskar talvur burtur úr hagtølunum hjá Havstovuni. Eri júst byrjaður og tí eru hesi tøl ikki endalig dokumentatión fyri niðurstøðuni.

Fyribils niðurstøða

Hendan talva vísur, at tey ár vit fiska nógv tons av toski undir Føroyum, fiska vit altið stórt tal av 2-3ára gomlum. Stutt aftaná so fiska vit nógv at 4-5 ára gomlum og síðan nógv av 6-10 ára gomlum.

Eg meini, at hetta vísur, at árgangir eru sera ójavnir. Og tað vísur at ein góður árgangur sæst aftur í fiskiskapinum í fleiri ár. Aðrar talvur eg havi gjørt sum fyribils talvur vísa, at teir árgangir vit fiska nógv av sum 2-3 ára gamlir fiska vit eisni mest av sum 7 ára gamlir.

Onnur tøl geva ábending um, at hóast hvør fjøl fer á flot, so avoyða vit ikki stovnin á ungum aldri. Stórstu árgangirnir eru 10 ferðir størri enn teir minstu. Mest kemur undan tá stovnurin er lítil. Fiskurin er rak tá stovnurin er stórur og feitur tá stovnurin er lítil.

Nærmasta framtíð

Hetta hevur sera stóran tídning, nú ætlanin er at vit skulu hava kvotur. Kann minna á, at stórsta tilmælið frá ICES nakrantíð er 20.000 tons og tí fara vit ongantíð aftur at fiska meira enn 20.000 tons av Toski um vit lurta eftir teimum.

Eg rokni við at hava eitt rímuliga greitt úrslit greitt fyrst í August og vóni faktis at fáa pláss onkran dag upp undir sjómannadagin at gera eina lítla framløgu soleiðis at øll sum hava áhuga kunnu fáa eina nágreiniliga frágreiðing. Tað er ikki so lætt at skilja slíkar talvur.

Við at brúka tøl frá Havstouni og ICES haldi eg, at til ber at prógva, at tað avgjørt er orsøk at halda at fiskimenn hava rætt og at fiskifrøðingar helst brúka skeivar mátar at meta eftir.

Eg havi gjørt fyribils talvur, sum vísa at broyting í vekt fyri hvønn árgang er so stór at tað ávirkar støddina á stovninum sera nógv. Men tær skulu fínpussast fyrst.

Hetta gevur orsøk at halda, at tað ikki ber til at goyma fiskin í sjónum, eins og fiskifrøðingarnir meina er rættast at gera.

Frágreiðing um talvuna

Um talvuna er at siga at bláa linjan er fiska nøgd í tonsum av toski í árinum býtt við 2. Hetta fyri at linjurnar skulu verða so tætt hvørjari aðrari sum til ber. Reyða linjan er tal av 2-3 ára gomlum í árinum. Grøna linjan er tal av 4-5 ára gomlum í árinum. Violetta linjan er tal av 6-10 ára gomlum X 3. Hetta fyri at tann linjan skal verða á leið sama stødd sum hinar.

Frá 0-25.000 er veiða í tonsum og stk. fiska í árinum. Frá 1-39 er fyrsta árið 1965.og ár 39 er tí 2004

Vit at gera á hendan hátt, liggja linjurnar tætt at hvørjari aðari og broytingar upp og niður síggjast í mun til hinar linjurnar.


Lagt út: Eivind Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot lands­kassans 150 milliónir
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi