Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Okkara Finis Terrae til ans og sóma!

Lesarabrøv, Politikkur | 24/06-2018 23:41

Ein og hvør miðdepil og harvið valdsmiðdepil hevur sítt gildi sum miðdepil, tí hann hevur eina periferi, ein útjaðara, sum er partur av heildini, og sum ger hann til miðdepil. Hetta er galdandi fyri heimspartar, lond og sjálvt fyri Føroyar, sum summi meta vera ein útjaðara í sjálvum sær.

Hesin útjaðari, Finis Terrae, endi jarðarinnar, er av summum vorðin kallaður “Landið, har Atlantshavið byrjar”. Og hetta kann av sonnum sigast um føroysku útoyggjarnar, sum liggja heilt ella lutvíst mitt á opnum havi.

Hetta sannar tú, tá tú siglir við Jósupi til Mykines, við Rituni til Fugloyar og Svínoyar ella við Sildberanum til Skúvoyar; ella tá tú hyggur eystur um Nólsoynna og norður úr Kallinum. Og eg kundi nevnt mong onnur dømi, tí eg vil ikki, sum Hans Andreas Djurhuus vildi sagt tað: “gloyma minsta blettin”.

Hvat tað ger við menniskjað at koma út til “heimsins enda” og standa á ytstu strond og síggja hav og himmal renna saman í havsbrúnni, við ongum festi, so langt eygað og tanki røkka, tað veit tann, sum har hevur staðið. Hesa brádliga íkomnu kenslu av enda hevur m.a. fotografurin, Michele Palazzi, dokumenterað í poetisku myndarøðini um Kap Finisterrae í Galicia. Sí: https://www.lensculture.com/articles/michele-palazzi-finisterrae

Hvat skulu vit við hesum? Vit kunnu spyrja ferðafólkini, sum valfarta til Føroya at fara út í t.d. Mykines og oman í mølina í Sumba, oman á lendingina í Eisðvík ella út til Fugloyar. Hví fara tey hagar? Og eg kann geva eitt svar, sum eg gav miðlinginum, tá vit fyrireikaðu okkum at fara á ársins Útoyggjastevnu í Svínoy. Hann spurdi: Mamma tú vilt hava okkum at fara sovorðin støð, ha? Ja, sigi eg! Vit hava gott av at fara til størri lond og býir og síggja nakað, sum er størri enn Føroyar og okkara verð. Somuleiðis hava vit sera gott av at síggja tað, sum er uttanfyri okkum - út móti havinum - og sum er minni enn okkara býur ella bygd og oyggj, so vit ikki verða snævurskygd og innibyrgd av einans at ganga t.d. í Gøtutúni ella Havnargøtum, men varðveita heildarfatan og innlit.

Samfeløgini á útoyggjunum í Føroyum hava tað ikki lætt, tí hóast samferðsla fyllir ómetaliga nógv í føroyskum politikki, so er ein ójavnvág í – bæði hvar íløgurnar verða gjørdar, í rútmuni og hvat íløgur verða gjørdar í. Seinastu mongu árini eru tað tunlar, sum hava átt fokus. Og vit eru øll so glað fyri, hvat tunlarnir hava gjørt fyri tað føroyska samfelagið. So mikið glað, at vit møguliga hava gloymt, at tað eru og verða støð, sum antin ikki fáa tunlar, ella sum ikki fáa teir enn á sinni. Vit hava ikki verið nóg støðug í okkara samferðslupolitikki, so at tær oyggjar, sum koma at verða bundnar av ferjusambandi, eisini hava góðar og tíðarhóskandi ferjur og góðar ferjuhavnir. Føroyar eru eitt oyggjaland, og tað skulu - umframt góða siglandi starvsfólkið hjá Strandfaraskipum Landsins - eisini vera góðar umstøður til sigling millum oyggjarnar; eisini í mun til avloysaraskip og spurningin um sigling við frakt.

Maktmiðdepilin í einum landi hevur stóra ábyrgd at tryggja, at lutfallið í íløgum og ágóðum um alt landið er í lagi. Meirilutin má gáa um smáar minnilutar og teirra søk, tí tey eru fá at bera boðskapin fram á torg, og viðhvørt sýnist tað sum, at av tí tey fáu, smáu ikki hoyrast, er í lagi, at vit gloyma ella vansketta vanligan tørv hjá samfeløgunum á t.d. útoyggj. Hann er umleið tann sami, sum hjá bygda- og býarsamfeløgunum inni á størru og samanbundnu oyggjunum. Og oyggjarnar hava skipað seg í eitt felag, Útoyggjafelagið, sum serliga varpar ljós á nøkur felags viðurskifti, tí hóast tær hava nógv í felag, oyggjarnar, so eru viðurskiftini eisini ymisk – ikki minst í mun til tað kommunala, antin tær eru egin kommuna, partur av størri ella heilt stórari kommunu, ella annað. Her hava vit undarliga nógvar variantar. Og eg spyrji meg sjálva: kemur hetta av ráðaloysinum sum heild, tá um kommunala bygnaðin í Føroyum ræður? Kommunala støðan er ikki uttan týdning, tí vit vita, at summar av kommunum t.d. ikki megna at lyfta fíggjarligu byrðuna av at útbýggja kloakkskipanir og aðrar líknandi kommunalar uppgávur. Men har, sum oyggjar hoyra til stórar kommunur, gerst tað viðhvørt rættiliga ógreitt við uppgávubýtinum millum land og kommunu.

Tað stutta av tí langa er, at vit mugu hyggja nógv betur at samferðsluviðurskiftunum hjá útoyggjunum. Ferjurnar hjá Strandfaraskipum Landsins eru fleiri sera gamlar, og hóast tær eru góðar og hava roynst væl, so krevur nútiðar samfelagið heldur meira av eini tílíkari farleið, enn vit kunnu bjóða á flestu støðum. Tískil mugu vit nú semjast um eina góða greiða og málsøkna ferjuætlan, har vit gera regluligar íløgur í atløgupláss og havnir á útoyggj eins og í ferjur, so vit innan eitt greitt áramál hava flutt okkum úr verandi støðu til eina virðiliga, hóskandi støðu, sum serliga vendir sær til teirra, sum enn búgva á útoyggj og teirra, sum eru á veg út hagar. Reglusemi og túratal hevur týdning. Og ikki minst eiga vit eisini at hugsa inn ferðavinnu.

Jóannes Nielsen sigur: “Farið til Føroya, til hinar veruligu Føroyar”. Ja, latum okkum fevna um alt landið – ikki bara til útvaldar partar. Tí tær ferðirnar, vit taka okkum um reiggj og fara út á útoyggj, tá síggja vit fleiri staðni vánalig atløguviðurskifti og slitnar ferjur, sum biðja um at fáa frið og at aðrar verða settar við. Og undirstøðukervið har úti er á fleiri økjum langt aftanfyri restina av Føroyum.

Heilt ítøkiligar avbjóðingar eru:

  • Truplleikar at fáa fígging til verkætlanir, sum rúma góðum hugskotum um íverksetan frá nærumhvørvinum.
  • Umsitingin av útjavningarstuðlinum, sum seinnu árini ikki tænir veruliga tørvinum hjá fastbúgvandi fólkinum, má broytast – m.a. viðvíkjandi vørubólkum og hvussu peningurin kann fáast at røkka betur.
  • Samferðsluviðurskifti í síni stóru heild – heilt frá einføldum átøkum sum eina serliga bíleggingarskipan fyri tey fastbúgvandi (t.d. ein serlig bilakø til Sam á Syðradali og í Klaksvík), og til omanfyri umrøddu ferjuætlan.
  • Undirstøðukervið annars: el-veiting, oljuveiting, postviðurskifti, renovatión, telesamskifti, vegakervi, v.m.
  • Skúla- og útbúgvingarmál, heilsumál, v.m.
  • Ítøkiligar vinnuligar verkætlanir – ikki minst nú ferðavinnan økist í Føroyum.
  • Fuglaveiðilóggávan, har nógvir spurningar stinga seg upp um friðing, fleyging, skjótiveiðu o.s.fr. Samskiftast má við oyggjarnar um leist fyri burðardygga veiðu, og at mentanarlig veiða kann varðveitast.
  • Fyriskipan og vinnuvegir í sambandi við ferðavinnu, sum mugu hava eitt lokalt festi.
  • Vallógin eigur at verða broytt soleiðis, at smáu valstøðini verða varðaveitt, men at samanteljing verður løgd saman við størri støð, fyri at tryggja eitt frítt demokratiskt val í øllum landinum.
  • Nógv meiri samskipan um útoyggjamál sum heild.
  • Annað....

Tess færri eru tengd at ferjusambandi, tess færri kenna tað á egnum kroppi. Øllum dámar at koma á útoyggjar og aðrar smærri oyggjar til vitjanir, útferðir o.a. So tað snýr seg um at halga okkum til hetta evnið. Tí fortreytin fyri, at "vit" kunnu koma út og veruliga hava teir møguleikar, sum oyggjarnar bjóða í dag, er, at "tey" eru har dagliga, liva og virka, røkja hús, bygdir, bø, gøtur, grótlaðingar, hava eitt lokalsamfelag við mentan og siðvenjum, søgum, staðbundnum skaldskapi av manna munni, dialekt, vitan um náttrueyðkenni, djóralív, plantur, vandar og annað.

Ein tóm oyggj kann vera vøkur at vitja og vera á eina løtu, men eitt samfelag á staðnum gevur tað lív, tað samskifti, ta djúpu uppliving og fatan, sum vit fáa, tá vit koma út til t.d. Nólsoyar og Fugloyar. Har er munur á stødd og virksemi á hesum nevndu dømum um tvey samfeløg, men enn eru tey har, og TAÐ skulu vit leggja okkum í geyma, taka í álvara og royna at leggja oyru til, fyri at gera umstøðurnar nøktandi. Gera vit ikki tað, fara vit at missa nógv, um hesi samfeløg hvørva ella vikna. Tann missurin kann mátast og síggjast yvir tíð - ikki minst innan fjølbroytni, náttúru, mentan og vitan um alt landið.  Afturat hesum er vert at nevna, at nógv nýmenning og alternativur liviháttur spíra uttanfyri býirnar og størru bygdirnar. Og nú eisini nýggir vinnumøguleikar á staðnum, vegna ferðavinnu, filmsvinnu og aðrar vinnur, sum hava mentan sum grundarlag.

Avbjóðingin hjá flestu okkara er at hava og varðveita hesa heildarmynd av okkara landi, av hesum ríkidømi! Hesa heildarmynd eru tey, sum búgva í smærru oyggjunum við til at skapa – eisini sum heimsins endi hjá miðdeplinum. Og má tað eydnast, at føroyskur politikkur sum grundreglu telur allar oyggjarnar við.

Hanna Jensen

 

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot lands­kassans 150 milliónir
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi