Kanska nakað av sól seinnapartin
Veðrið frá DMI
Veðurlagið:
Eitt hátrýst liggur yvir Bretsku oyggjunum, og tað gevur okkum lýtt og onkuntíð vátt útsynningsrák.
Veðurvánirnar:
Andøvsgul til strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s. Seinni minkar vindurin . Tað verður skýggjað og nógvastaðni tám ella mjørki, og tað kann eisini verða nakað av regni av og á. Seinni klárnar nakað og møguleiki verður fyri nakað av sól ella sólglottum. Í nátt verður turt fyri tað mesta og lutvíst klárt veður. Hitin fer alt samdøgrið at liggja um 10 stig.
Veðrið týsdagin:
Lot til andøvsgul av útsynningi, 3 til 7 m/s. Um náttina snarar ættin í sunnan. Tað verður skýggjað fyri tað mesta og møguleiki fyri smáregni onkrastaðni. Hitin fer alt samdøgrið at liggja um 10 stig.
Veðrið mikudagin:
Lot til andøvsgul av suðri, 3 til 7 m/s. Hósnáttina snarar ættin í ein vestan. Tað verður skýggjað fyri tað mesta og nakað av regni. Hitin um dagin fer at liggja millum 10 og 13 stig, um náttina um 10 stig.
Veðrið hósdagin:
Lot til andøvsgul av landnyrðingi, 2 til 6 m/s. Seinni snarar ættin í landysnning. Tað verður turt og skýggjað fyri tað mesta, men møguleiki verður eisini fyri nakað av sól av og á. Hitin um dagin fer at liggja millum 12 og 15 stig, um náttina millum 7 og 10 stig.
Veðrið fríggjadagin:
Gul til frískan vind av suðri og landsynningi, 5 til 10 m/s. Tað verður turt og mest skýggja, og í løtum verður nakað av sól, men móti náttini verður skýggjað við nakað av regni. Hitin um dagin fer at liggja millum 10 og 14 stig, um náttina um 10 stig.
Veðrið leygardagin:
Gul til frískan vind av suðri, 5 til 10 m/s. Seinni snarar ættin í vestan og vindurin veksur til andøvsgul til strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Tað verður skýggjað og regn, men seinni klárnar. Hitin um dagin fer at liggja millum 10 og 13 stig, um náttina millum 7 og 10 stig.
Veðurstøðirnar klokkan 10:45:
Fugloy: Útsynningur, 5 m/s, einki avfall og hitin var 14 stig.
Eiði: Útsynningur, 17 m/s, einki avfall og hitin var 10 stig.
Havnin: Útsynningur, 17 m/s, einki avfall og hitin var 11 stig.
Akraberg: Sunnan, 14 m/s, einki avfall og hitin var 9 stig.
Mest lisið í farnu viku
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur