Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Súkklaði til Paris tá hann var 79 ára gamal

Ítrottur | 25/06-2018 16:00

“Eg haldi, at eg hevði klárað túrin betur nú, enn eg kláraði hann í fjør.” Tað sigur 80 ára gamli Jack Højgaard úr Runavík, sum fyri einum ári síðani súkklaði við “Team Rynkeby” allan tann langa vegin úr Danmark til Paris.

Hann hevur longu verið ein súkklutúr henda morgunin, tá vit tosa saman.  

“Ikki so langan túr - bara 45 km,” sigur 80 ára gamli Jack Højgaard. Hann hevur altíð runnið nógv, men seinnu árini hevur tað fyri tað mesta verið súkklan, ið hevur hildið venjingina við líka.  

Jack er toftamaður sum flutti til Runavíkar at búgva í 1970.

“Tá plagdi eg at renna, og ta fyrstu tíðina svam eg eisini ofta á Toftavatni, so børnini hjá okkum blivu onkuntíð spurd, hvat mær feilti. - Eingin rann tá í tíðini,” sigur Jack við einum smíli.

“Men øklaknúturin gekk fyri, so eg fekk ikki runnið meira, men at súkkla er nógv betri, tí tað  er ikki so “belastandi”,” sigur hann.

Hevur leingi hugsað um at súkkla til Paris

Túrurin til Paris hevur leingi verið í tonkunum á Jack, men familjan hevur ongantíð trúð uppá tað.

“”Tú tvætlar,” søgdu tey, hvørja ferð eg nevndi tað fyri teimum, og eg skilji framvegis ikki, at eg slapp við,” sigur hann.

“Men eg kláraði væl at fylgja við hinum, og eg var ongantíð í bussinum,” sigur hann.

Bussurin ið hann sipar til, var ein sum fylgdist við súkklarunum allan vegin. Har bar til at fara uppí, um ein var illa fyri, og eisini vóru eykalutir til súkklurnar í bussinum.

Súkklaðu slakar 200 km. um dagin

“Túrurin var eitt stórt upplivilsi,” sigur Jack.

“Veðrið var gott og vit sóu nakað av landslagnum, men tá tú súkklar, hevur tú ikki so góða tíð at hyggja til viks, tí tú skalt alla tíðina ansa eftir,” sigur hann.

Spurdur um túrurin var tungur, svarar hann, at tað var sum veðrið var.

“Tann eina dagin høvdu vit mótvind við nógvum regni. Tann dagurin var nokkso tungur. Har vóru eisini brekkur, sum ikki sóu so brattar út, men tær vóru rættiliga drúgvar,” sigur hann.

“Vit plagdu at fara upp klokkan 5 um morgunin og komu vanliga til næsta hotellið um 5 - 6 tíðina seinnapartin. Vit súkklaðu allan dagin og í øllum veðri, og fyri hvørjar 10 km. høvdu vit ein stuttan steðg, so fólk kundu sleppa á wc,” sigur Jack.

Teinurin er umleið 1.300 km. langur, og ferðin vardi í 7 dagar. Onkran dag súkklaðu tey umleið 200 km. 50 høvdu teknað seg til túrin, men av teimum komu bara 44 við.

“Eingin annar á mínum aldri var við. Eg hevði kamar saman við tí næstelsta. Eg haldi at hann var 62 ár,” sigur Jack Højgaard.

Beinið hovnaði

Tá tveir dagar vóru eftir av túrinum byrjaði vinstra bein á Jack at hovna.

“Eg visti ikki av tí sjálvur, men tey sum súkklaðu aftanfyri meg sóu tað. Eg bleiv hovin uppum knæ, og eg veit ikki, hvussu tað hevði verið, um vit skuldu súkklað ein dag afturat,” sigur hann.

Ein onnur avbjóðing á einum slíkum túri er, at tað er ringt at sita á einum súkklusetri í so nógvar dagar.

“Eg gjørdi tí av at vera í dupultum súkklubuksum teir fyrstu dagarnar, fyri at vera fyrivarin,” sigur Jack.

Vandi nógv til ferðina

“Tíðina áðrenn vit fóru avstað, fyrireikaði eg meg uppá tann mátan, at vit súkklaðu saman og eg súkklaði eisini rættiliga nógv sjálvur,” sigur Jack.

“Onkuntíð fór eg avstað klokkan 5 - 6 um morgunin og var ikki aftur fyrr enn á døgurða. Tá fór eg til Oyndarfjarðar og síðani uppum Eiðisskarð. Onkuntíð súkklaði eg til Selatraðar,” sigur hann.

Súkklararnir úr Eysturoynni og Norðoyggjum plagdu at venja saman, og onkuntíð vóru súkklararnir úr øllum landinum saman. Tey vandu frá september til julið.

Ikki vandaleyst

Fyri nøkrum vikum síðani fylti Jack 80 ár, og hóast hann heldur seg vera betur fyri at súkkla túrin nú, enn hann var í fjør, so fer hann ongan veg.

“Eg eigi eina dóttir sum arbeiðir sum lækni í Danmark. Hon var øðiliga stúrin fyri, at eg skuldi avstað. Í arbeiðinum tekur hon ofta ímóti teimum sum fáa skaða í høvdið, harav eru nógvir súkklarar,” sigur Jack.

“Tað er ikki ófarligt. Dettur tú og fært álvarsaman skaða, so kemur tú ikki fyri teg aftur, tá tú ert komin upp í árini,” sigur hann.

“Ein sum dóttirin arbeiðir saman við, spyr ofta eftir mær, og hann spurdi hana, um eg hevði teknað til aftur í ár.

“Nei,” svaraði hon.

“Tað er mikið skilagott”, svaraði hann.

Hóast 80 ára gamli Jack Højgaard ikki súkklar til Paris í ár, so súkklar hann framvegis einar 100 km. um vikuna á tí føroyska asfaltinum.

 

 

 


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi