Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Um at leggja út royktám og flyta fokus

Innanlands, Lesarabrøv | 06/07-2018 00:11

- ein viðmerking til blaðstjóran á Sosialinum

Nú blaðstjórin á Sosialinum á útspillingarplássi sínum á 2. síðu beint undir oddagreinini roynir at niðurgera tað arbeiði, ið undirritaði hevur lagt í eina tíðindagrein um fíggjarligu støðuna hjá Miðlahúsinum, kann eg ikki lata vera við at koma við einum aftursvari.

Varð ringdur upp av fyritaksstjóranum hjá Miðlahúsinum nakrar tímar eftir at greinin Blunkandi ávaringarlampur hóast gott úrslit  var almannakunngjørd á dimma.fo. Hann spurdi um ”lagið var ringt í dag”.

Av tí at tað ganga ár ímillum at vit báðir Jonhard tosa saman, so grunaði eg beinanvegin, at tað sjálvandi var áðurnevndu grein, hann sipaði til.

Nei, segði eg, lagið var gott, tí vit kundu fegnast um at jalig tíðindi vóru at bera úr tíðindabranchuni, sum jú ikki hevur alt ov gott orð á sær í hesum tíðum.

Skal í hesum umfari ikki troytta lesaran meira um samskiftið, ið fór fram okkara millum. Greiddi fyritaksstjóranum frá, at eg bara hevði endurgivið tað, sum hann sjálvur hevði undirskrivað í roknskapinum fyri 2017, ið varð gjørdur almennur hósdagin í síðstu viku. Tað kundi hann ikki mótprógva, tí hann hevði ikki roknskapin við hondina júst tá – honum hóvaði bara ikki mátan ella huglagið, sum grein mín varð skrivað uppá... ! Fatanin var, at endamálið við mínari grein var at skala umdømið hjá Miðlahúsinum við at draga skuldina í fyritakseminum fram.

Hjá mær sjálvum stakk ein ivi seg upp, um tað nú mundi vera okkurt av týdningi, sum eg hevði misfatað ella yvirsæð. Av royndum, sum nærmasti kappingarneyti hjá Miðlahúsinum í mong ár, veit eg sjálvandi, at tú í slíkum roknskapum ikki fært meira enn hægst neyðugt forerandi av kunning.

Fáar tímar seinni verður so ein viðmerking frá ábyrgdarhavandi blaðstjóranum varpað út á nakrar av netmiðlunum, og í gjár kundi eg so staðfesta, at blaðstjórin eisini brúkar síðu 2 í blaðnum, ið verður borið í hvørt hús, til at rættvísgera sítt egna virksemi við at niðurgera sínar kappingarneytar. Og leggja undirritaða undir at hava víðarigivið skeivleikar og misskiljingar.

Hetta ger blaðstjórin við leggja royktám yvir roknskaparliga veruleikan, og gera lesaran enn meira ørkymlaðan við at sleingja út páhald um, hvussu hann lesur og fatar sín egna roknskap, og annars flyta fokus við at innføra eitt nýtt hugtak inn í føroyskan miðlarakstur – burðardygd, hvussu tað so skal fatast – og halda uppá, at tað (sjálvandi) bert eru hansara egnu miðlar, ið kunnu metast at vera burðardyggir.

Skal ikki tríva í øll tey ivasomu uppáhaldini, ið verða førd fram í greinini Skulu fjølmiðlar rekast á burðardyggum grundarlag?  Bert vísa á nøkur, sum eg ikki haldi eiga sleppa at standa ósvarað.

Blaðstjórin setir, til sammetingar, roknskapin hjá Sosialinum fyri 2017 upp móti roknskapunum hjá Knassum (portal.fo) og Dimmalætting fyri 2016.

Tey bæði síðsnevndu tølini eru reyð, ja blóðreyð, meðan Sosialurin vísir eitt avlop á 821.000 krónur. Einki skeivt er í tølunum.

Men her er talan um tøl, ið ikki kunnu samberast. Í 2017 fekk Miðlahúsið 824.000 krónur í miðlastuðli frá landskassanum, men tað verður ikki upplýst í hesi sammetingini. Lesarin kann sjálvur draga hesa upphædd frá ársúrslitinum hjá Sosialinum fyri at vita, um úrslitið ikki hevði fingið sama lit, sum hjá teimum, ið sammett verður við.

Blaðstjórin ger sær eisini ómak at fortelja lesaranum, at Sosialurin ”isolerað sæð hevur sunn roknskapartøl, hóast nakað tyngd av skyldunum hjá atknýttu feløgunum”.

”Tyngdin” stavar frá keypinum av fyrst Sosialinum frá Javnaðarflokkinum (saman við pf. Telefonverkinum, sum – skal líka viðmerkjast – ikki hevur blaðútgávu, men fjarskiftistænastu sum endamál) og síðan Rás2. Hetta var gjørt umvegis onnur feløg. Altso keypsíløgan liggur ikki hjá Spf. Sosialinum, sum ”isolerað sæð hevur sunn roknskapartøl”.

Kortini dittar blaðstjórin sær, enn einaferð, at samanbera súrepli við appelsinir og hevja seg sjálvan og sína fyritøku, við at sammeta við feløg, sum ikki hava lagt keyps- ella etableringsíløguna í eitt annað felag fyri, ”isolerað sæð”, at kunna vísa ein sunnan rakstrarroknskap. Hetta er villeiðing, harra blaðstjóri.

Tí skuldin hjá Pf. Miðlafelagnum og Pf. Miðlavarpinum má verða tikin við, tá Spf. Sosialurin verður heilsukannaður. Her er talan um tvey feløg, sum ikki hava annað virksemi enn at bera eina skuld hjá Sosialinum, og tað er bert virksemið hjá Pf. Sosialinum, sum kann rinda hesa skuldina niður.

Um tað er ein banki, ið setir treytir og krevur rentur, ella um tað er eitt íløgufelag við pengum úr uppsjóvarvinnuni, sum tryggjar fíggingina av skuldini, er í prinsippinum líkamikið. Tann, sum fær ta bíligastu fíggingina er bara tann frægari forrætningsmaðurin.

Hjá Portalinum er tað eitt partafelag í Syðrugøtu, hjá Dimmalætting er tað eitt partafelag á Vestaru Bryggju og hjá Sosialinum er tað eitt partafelag uppi í Meksiko.

Eg kundi, fyri javnvágina skyld, eisini nevnt hvat eginpeningurin hjá lángevaranum uppi í Meksiko er: Ein milliard, 780 milliónir og 92 túsund krónur.

Og fyri at lesarin ikki skal fáa andaneyð av vælviljanum hjá starvsfólkunum at vera við til at fíggja blaðútgávuna, kundi blaðstjórin hóskandi upplýst almenninginum um, hvussu mong hesi starvsfólk eru, og hvussu stóran part av Miðlafelagnum hesi tey eiga. Undir fimm prosent má tað vera, tí tað er bert privatu smápartafeløgini hjá blaðstjóranum og fyritaksstjóranum, ið verða nevnd sum eigarar í roknskapinum.

Mær er sagt, at starvsfólkanna partur er eitt prosent – 1% - tilsamans, og at hetta eina prosentið onga ávirkan hevur á felagið, tí talan er um týdningarleys b-partabrøv uttan atkvøðurætt. Men hesum fái eg meg illa at trúgva, tá blaðstjórin brúkar júst íløgueldhugan hjá starvsfólkunum at grundgeva fyri hví Sosialurin er meira ”burðardyggur”, enn kappingarneytarnir.

Ingi Samuelsen

ES: 
Hóast eg sjálvur helt, at upprunagreinin var skrivað í einum rættiliga siðiligum tóna, so leggur blaðstjórin meg undir at hava speirikið Sosialin og tess eigarar í greinini. Eg kann ikki vita, hvussu blaðstjórin lesur slík tíðindi, men ætlanin var ongantíð at speireka.

Men í hesi viðmerkingini, harafturímóti, kemur speireking fyri – tað skal viðgangast.

Ársfrágreiðingin hjá Spf. Sosialinum fyri 2017 

Ársfrágreiðingin hjá Pf. Miðlafelagnum fyri 2017

Ársfrágreiðingin hjá Pf. Miðlavarpinum fyri 2017 


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í hesum lesarabrævið, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lagt út: Lesarabræv
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Menningarkvotan í Vestmanna í vanda
Prát við Jóan Paula í Geil
Segði Rigmor Dam ov nógv um tíðindaleiðaran?
Samgongulimur: Tunnilin til Fámjins verður boðin út í morgin
Fuglafjarðarsendingin (3) - 20. sept. 2018
Jónfinn valdur til " ársins Vestmenning ", er staddur í Mauritania
Vestmannadagar: Veðrar úr Góðmansskor á uppboðsølu - veðrur fór fyri  6.500 kr
Kristin Michelsen misnøgdur við raðfesting­ina av tunlum
Góður gongutúrur í gjár - "Vestmannadagar" halda fram í dag
Vespureiðrið (90) - 24. sept 2018
750.000 laksar deyðir í Sundalagnum
Semja við handverkarafeløgini
Samhaldsfasti hækkar 1.045 kr. Lands/­kommunukassar fáa 1.070 kr
Spreinging á Rókini 20/­9-18
Stefan Løfven fallin
Nógvur vindur í løtuni - bilur tikin av vindi
Finskur ráðharri í politiskum ódnarveðri tí hann hevur mótmælt fosturtøku
Opið bræv til Føroya Landsstýri og Føroya Løgting
Eyðun Mørkøre - øll nýtast ikki at búgva í Havn
Hugnaløtan (34) - Gestur: Jeffri Johannesen
Hava funnið Endeavour hjá James Cook
Skuldsettur fyri dráp
Menningar­kvotur kunnu misbrúk­ast uttan avleiðingar
Leggi ikki í at leggja meg út í orðadrátt við Sonju Jógvansdóttir, tingkvinnu
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi