Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

Góð kvinnutíðindi í londum, har tað treingir til

Andøvsløtan | 08/07-2018 17:35

Tað er ikki, tí at Andøvsløtan væntar stórar batar í tilafturskomnum, fátækum londum, mong teirra islamskt. Men allur bati bøtur, serliga hjá kvinnum.

Pakistan er eitt av heimsins pestholum, heilar 900.000 km2 (2 x Frakland í vídd), 96% islamskt við 220 mió íbúgvum, ið tjena 90 kr um dagin í miðal.

Kristin verða forfylgd og hava tað næstan líka ringt sum pakistanskar kvinnur, ið verða ærumyrdar í 100-tali hvørt ár, tí tær gera familjuni “fyri skommum”.

Tó stingur stundum okkurt konubrot høvdið undan. Benazir Bhutto var ein, ið skein bjart í tí politiska myrkrinum, til hon bleiv sprongd í luftina á útifundi.

Nú er 38 ára gamla Krishna Kumari Kohli vald í tjóðartingið í Islamabad. Hon er ikki muslimur, men hindu, ið ger hennara bragd somikið størri. Men meiri enn, tí Kohli er fødd “dalit”, ið er lægsta kasta, rusk, í Hindu-samfeløgum.

Hon arbeiddi sum barnatrælur, giftist bert 16 ára gomul, fekk tó útbúgving og tók PhD. So stillaði hon upp og varð vald í hesum muslimska landi, har bert 2% av fólkinum eru Hindu uttan nevniverd rættindi.

So meir kvinnurættindi í einum øðrum islamskum kvinnufongsli, Saudi Arabia.

Har hevur ein sonevndur “krúnprinsur,” elsti sonur ein oljusjeik, sett landsins leiðarum grá hár í høvdið, tí hann herfyri gav kvinnum loyvi til at koyra bil.

Mohammed bin Salman, komandi yvirsjeikur tá pápin doyr, gjørdi rok í vár, tá ið hann loyvdi saudiskum kvinnum at fara út um dyr uttan fótsíðan kappa og høvuðklæði, um bert tær sóu “sømiligar” og “virðiligar” út (hvat tað so merkir).

Bin Salman gjørdi øll ovfarin, tá hann í amerikanska CBS segði, at “saudiskar kvinnur hava ikki fingið øll tey rættindi, sum tær hava loyvi til smbr. Koranini.”

Krúnprinsurin spenti seg út í vár, áðrenn hann vitjaði 7 býir í USA og sá MIT í Boston, Silicon Valley í California, Huston í oljuríka Texas og sjarmeraði Washington, nú Trump hevur rætt Saudi Arabia hond og vent Iran bakið.

Prinsurin hevði so stórt fylgi við, sigst, at tey við viðføri fyltu 2 jumbo jetflogfør (pápin brúkar 3  747). Hvussu nógvar teirra vóru kvinnur, sigur søgan einki um.

 


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Mest lisið í farnu viku
Eiga at halda fast við tálmandi rúsdrekka­politikkin
Sonni hevur Volvo "virus "
Kleptoman-landskassi
R7 Premier League (29) - 10. des 2018
Rák (27) Damudomi um sexismu í almanna rúminum
Metis - Øll sendingin - 11. desember 2018
"Kom á 2069!" (42) - 7. des 2018
NOVA úr Suðuroynni (33) - 10. des 2018
Tvístøða (49) - "Mín besti vinmaður hevur kvett sambandi við meg!"
Fuglafjarðarsendingin (14) - 06. des. 2018
Glasir!
Tvístøða (49) - Øll sendingin
Novembervitjan í Suðuroy - møtir og bíbliuskeið
Her verða allar gátur loystar
Tvístøða (49) - "Eingin hevur ábyrgdina av teimum, ið ikki finna bústað!"
Tíðindi klokkan 12
Heilsustøðan hjá Anne Graham Lotz - ferðin gjøgnum Skuggadalin longri enn væntað!
Janus Rein og Brandur Ellingsgaard: Nýtt advokat­felag byrjar í Føroyum
Rúni Jacobsen klakti eggini undir síni egnu dýnu
Løgtingið bíðar eftir málum og álitum
Tummas Henriksen kom á Miðvág við KATRIN JÓHANNU seinnapartin
Bústaðarpakkin trýstir vinnuna út
Hugnaløtan (16), tá Hanna Jensen var gestur, verður endursent í dag (7. des)
Brúgvin (113) - 10. des 2018
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi