Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

Jacob Zuma ákærdur í Jo’burg fyri 100-tals mió í mutri

Andøvsløtan | 08/07-2018 20:05

Jacob Zuma, fyrr forseti í Suðurafrika og leiðari í sosialistiska ANC-flokkinum, var ikki meiri enn noyddur úr forsetasessinum, tá hann varð stevndur fyri ein grundlógarætt í Johannesburg fyri 16 lógarbrot frá mutri til valdsmisnýtslu.

24 ár eftir, at meirilutin í Suðurafrika tók við politiska valdinum í tá sterkasta búskapi í øllum Afrika, er landið við at kódna í korruptión o.ø. trupulleikum.

Jacob Zuma kláraði við lyftum og hóttanum, at krøkja seg til ovasta valdssess í landinum í kramparoynd at sleppa undan 783 ivasomum pengaflytingum, ið vórðu brúktar í fleiri misálitum á hann í tjóðartinginum men perlaðu av.

Nú um ársskiftið mátti Zuma leggja kongin sum suðurafrikanskur leiðari. Cyril Ramaphosa, fyrr fakfelagsbossur og nú margmiljardingur (hvussu ber ein seg at við tí?), gjørdist formaður í ANC og síðan virkandi forseti í RSA.

Zuma fall skjótt av ovastu rók niður á ákærubeinkin fyri mutur, svik, okur,  fíggjarundandrátt og hvítvasking av peningi í 100 mió klassanum.

Brotsleiðin hjá Zuma byrjaði langt síðan. Hann var varaforseti í RSA, ið skuldi nútímansgera sína tá longu sterkastu vápnamegi í øllum Afrika.

Nýggju leiðararnir í landinum keglaðust í 1990-unum um, hvussu teir skuldu býta muturspening av vápnakeypi fyri 15 mia kr. Zuma fekk sín lut í rovunum.

Nú situr hann skelvandi og gamal fyri landsins hægsta almenna ákæra og ovasta dómarapaneli og svør upp á sína óskyld.

Flestu av hansara parta- og embætismonnum munu vita, hvussu muturslønin varð býtt á skinninum, og hvørjir aðrir toppmenn hjá ANC vórðu leskaðir.

Cyril Ramaphosa, nýggi landsins leiðari, verður nú fagnaður, lyftur og borin av ráksnúnum eygnatænarum í hópatali, ið fjeptust uppi í Mandela, Mbeki, Zuma o.ø. leiðarum undan fakfelagsbossinum, ið nú ræður yvir øllum.

Hvønn dóm, Zuma fær, hevur ikki so stóran týdning. Leikararnir á politiska pallinum í tí viknandi búskapinum hjá RSA hava júst samtykt, at jørðin hjá 40.000 hvítum bøndum kann tjóðartakast uttan samsýning, og bøndurnir drepast, um teir muta ímóti hesi sosialisering og oyðing av búnaðarjørðini.

 


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Mest lisið í farnu viku
Menningarkvotan í Vestmanna í vanda
Segði Rigmor Dam ov nógv um tíðindaleiðaran?
Prát við Jóan Paula í Geil
Fuglafjarðarsendingin (3) - 20. sept. 2018
Jónfinn valdur til " ársins Vestmenning ", er staddur í Mauritania
Vestmannadagar: Veðrar úr Góðmansskor á uppboðsølu - veðrur fór fyri  6.500 kr
Kristin Michelsen misnøgdur við raðfesting­ina av tunlum
Góður gongutúrur í gjár - "Vestmannadagar" halda fram í dag
Metis - Øll sendingin - 18. september 2018
750.000 laksar deyðir í Sundalagnum
Ferjuætlan fyri Føroyar
Samhaldsfasti hækkar 1.045 kr. Lands/­kommunukassar fáa 1.070 kr
Semja við handverkarafeløgini
Spreinging á Rókini 20/­9-18
Finskur ráðharri í politiskum ódnarveðri tí hann hevur mótmælt fosturtøku
Opið bræv til Føroya Landsstýri og Føroya Løgting
Hugnaløtan (34) - Gestur: Jeffri Johannesen
Hava funnið Endeavour hjá James Cook
Vespureiðrið (90) - 24. sept 2018
Menningar­kvotur kunnu misbrúk­ast uttan avleiðingar
Fyrispurn­ingur til Sirið Steenberg, um álvarsligar avleiðingar av hjúnabands­lógini
R7: Fuglafjarðarsendingin beinleiðis í dag klokkan 15.00 til 17.00
John William Joensen: Góði Mikkjal & Co, vælsignaðir hølvi HB av!
Tvístøða (39) - Øll sendingin
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi