Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing
? / ??

Iranskur generalur gevur Ísrael skyldina, at tað ikki regnar í Iran

Andøvsløtan | 08/07-2018 16:51

Iranskur generalur gevur Ísrael skyldina, at tað ikki regnar í Iran

Andøvsløtan hevur mangan víst á, at av øllum menniskjans dárskapi er veðurlag tó tað evni, ið hevur elvt til mest idiotisku útsøgnir í nýggjari tíð.

Hendan tíðindakringin hevur herovastin fyri iransku sivilverjuni Gholam Reza Jalali sett metið í veðuridioti, tá ið hann á tíðindafundi í Teheran skuldsetti Ísrael fyri at stjala skýggini og sostatt at forða regni í at falla á Iran.

Seinast muslimar skuldsettu Ísrael í altjóða forum, var, tá ið palestinar í ST góvu Ísrael skyldina í, at muslimar buka konur sínar verri enn aðrir menn.

Nú hava islamsku skuldsetingarnar, at tað ikki regnar, sum iranar kundu ynskt sær, yvirgingið brygdið móti Ísrael um orsøkina til muslimska konubuking.

AFP bar hesi láturligu tíðindi frá almennu iransku tíðindastovuni ISNA fyrr í vikuni frá iranska herovastanum, ið altso skuldsetti Ísrael fyri “veðurstuldur.”

Jalali segði, at “útlendsk uppílegging man hava havt lut í hesi veðurbroyting.”

Hann legði aftrat, at eisini eitt annað land var samsekt við Ísrael í, at skýggini ikki róku inn yvir Íran longur, sum tey plagdu, men at tey ikki sleppa vætuni so væl sum fyrr, so at tað ikki longur kavar í fjøllunum og regnar á láglendinum.

“Ísrael og eitt annað land her á leið samstarva, so skýggini yvir Iran ikki longur sleppa vætuni. Vit tosa altso um ísraelskt ský- og regnstuldur,” segði Jalali.

Herovastin segði, at iranar hava prógvað vísindaliga, at øll fjøll yvir 2.200 m høg millum Afghanistan og Miðjarðhavið eru kavaklødd uttan tey í Iran.

Neyvan nakar í einum islamskum terrorstati sleppur órevsaður frá at siga einum almennum militerum yvirmanni ímóti, so veðurtænastan í Iran hevur verið fálig um komisku útsøgnina hjá Jalali generali.

Men helst fyri skomm skyld hevur ein leiðari í iransku veðurtænastuni, Ahad Vazife, sagt fyri AFP: ”Smbr. metereologiskari vitan ber ikki til hjá einum landi at stjala kava ella skýggj frá einum øðrum landi og tí at forða fyri avfalli í Iran.”

Hin fanatiski iranski forsetin, Mahmoud Ahmadinejad, skuldsetti eisini í 2011 Evropa fyri at nýta serliga útgerð, so iranskt avfall regnaði niður á Evropa.

 


Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi