Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

Kommunistiski flokkurin í Columbia fekk dyggan kjaftfisk!

Andøvsløtan | 08/07-2018 21:09

Eftir 45 ár sum kommunistiskur terrorfelagskapur legði FARC kongin í 2016 og samráddi seg til frið og vápnahvíld við borgarligu stjórnina hjá Manuel Santos í Bogota. Columbia er stórt land, 1,1 mió km2 við 50 mió íbúgvum.

Ivasemið um tað var rætt, at stjórnin gjørdi avtalu við eitt brotsmannalið sum FARC, var so stórt, at kolumbianarí eini fólkaatkvøðu feldi friðarætlanina hjá stjórnini - umenn við teprum meiriluta.

Stjórnin pjøssaði síðan friðarsáttmálan og samtykti hann – til stóran fagnað úr øllum heraðshornum. M.a. gav Nobel-nevndin Santos friðarvirðislønina.

Hvat fekk so FARC afturfyri at binda frið við ta demokratiskt valdu stjórnina í Columbia? Jú, nú skuldi kommunistabrotsliðið leggja sítt virki um til at blíva ein “demokratisk rørsla” uttan vápn, sleppa inn í hitan, inn á tey bonaðu gólvini og hereftir virka sum ein vanligur politiskur og fólkaræðisligur flokkur.

Friðaravtalan, hildu fleiri, vera váðaverk hjá stjórnini og politisku skipanini í landinum. Nær hevur nakar fingið frið við eitt marxistiskt brotslið og vænta, at terroristarnir fóru at virða sáttmálan og bera seg øðrvísi at enn brotsmenn?

Hvønn skaða gjørdi marxistiska terrorrørslan, Kolumbiski Kollveltingarherurin, og hvussu fekk hon sína inntøku tann mansaldurin, hon hevur herjað landið?

Jú, hetta ytsta vinstrabrotslið hevur livað av at tvinga bøndur til at dyrka kokabløð o.a. eiturplantur. Kolumbianskt narko er tiltikið langt út í heim.

FARC hevur eisini livað av at ræna fólk í hópatali og kravt loysigjald fyri tey.

Skaðin, hesir kommunistarnir hava gjørt, er m.a. at drepa 230.000 fólk, altso lítla 1/4 mió (um 4.500 p.a.). Undrar tað, at meiriluti var ímóti friðaravtaluni?

FARC hevur sama navn, ið nú er stytting fyri Alternativ til kollveltingarvald.

So skuldi FARC standa sína roynd sum politisk rørsla. Men til tjóðartingsvalið herfyri fekk flokkurin undir 1% av atkvøðunum, ein ordiligan kjaftfisk, ið ikki hevði givið umboðan í Tjóðartinginum. Men í friðaravtaluni høvdu marxistarnir fingið tann lítlafingur frá stjórnini, at teir skuldu fáa 10 av 268 tingsessum íalt.

So frættist, hvussu FARC roynir at ræna valdið í Colombia gjøgnum tingið.

 


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Menningarkvotan í Vestmanna í vanda
Prát við Jóan Paula í Geil
Segði Rigmor Dam ov nógv um tíðindaleiðaran?
Samgongulimur: Tunnilin til Fámjins verður boðin út í morgin
Fuglafjarðarsendingin (3) - 20. sept. 2018
Jónfinn valdur til " ársins Vestmenning ", er staddur í Mauritania
Vestmannadagar: Veðrar úr Góðmansskor á uppboðsølu - veðrur fór fyri  6.500 kr
Kristin Michelsen misnøgdur við raðfesting­ina av tunlum
Góður gongutúrur í gjár - "Vestmannadagar" halda fram í dag
750.000 laksar deyðir í Sundalagnum
Vespureiðrið (90) - 24. sept 2018
Semja við handverkarafeløgini
Samhaldsfasti hækkar 1.045 kr. Lands/­kommunukassar fáa 1.070 kr
Spreinging á Rókini 20/­9-18
Stefan Løfven fallin
Finskur ráðharri í politiskum ódnarveðri tí hann hevur mótmælt fosturtøku
Nógvur vindur í løtuni - bilur tikin av vindi
Opið bræv til Føroya Landsstýri og Føroya Løgting
Eyðun Mørkøre - øll nýtast ikki at búgva í Havn
Hugnaløtan (34) - Gestur: Jeffri Johannesen
Hava funnið Endeavour hjá James Cook
Skuldsettur fyri dráp
Menningar­kvotur kunnu misbrúk­ast uttan avleiðingar
Leggi ikki í at leggja meg út í orðadrátt við Sonju Jógvansdóttir, tingkvinnu
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi