Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing
? / ??

Aftur eitt frálíkt PragerU innlegg í Youtube

Andøvsløtan | 08/07-2018 19:30

Legg tykkum væl í geyma tað, ið Jordan B Peterson sigur. Hugsið djúpt um hetta, so tit eru brynjað til at standa ímóti tí fossandi post-modernistisku flóðalduni (nútíðar marxisma), ið er við at taka Vesturheimin (og harvið allan heimin) av fótum og tað longu í okkara livitíð. Tá verður hart at liva. Sharia lóg í hvørjum evropiskum landi. Muslimar, ið bara nassa, og einki leggja aftrat.

Løgið, at ein av okkara bjargarum skal vera Jordan B Peterson, hesin klæntrasligi (ovurviðkvæmi) 55 ára gamli sálarfrøðingurin úr Kanada (ikki trúgvandi kristin, men tó fullur av virðing fyri jødisk/kristnum lívsvirðum).

Dennis Prager er jødi og ger ein hetju innsats á Youtube, eins og Candace Owens, Walter E. Williams, Larry Elder, Thomas Sowell (høgravend øll svørt), Laura Southern (Kanada), Laura Ingraham, Judge Jeanine, Tomi Laurel (USA), Brigitte Gabriel (fyrr Muslimur úr Libanon), Dinesh d'Souza (indiskur tilflytari í USA), Varadkar (PM í Írlandi, hálvur indari), Viktor Orban, (PM í Ungarn) og so nakrir fáir tíðindamenn, (Hannity, O'Reilly, David Rubin (samkyndur viðmerkjari), Ben Shapiro jødi, Milo Yannopulis (samkyndur jødi,) Guy Benson (samkyndur á Fox News), Daniel Hannan (ungur bretskur MEP), Nikki Haley (hálv indisk og ST-sendikvinna hjá USA), Bibi Netanyahu, (PM í Ísrael og jødi), Kathie Hopkins (bretsk húsmóðir við 3 børnum og nýliga skurðviðgjørd fyri lívlangt lemjandi epilepsi), og so okkara kæri Donald Trump (biðið fyri honum) eru seinasta og frægasta vón Vesturheimsins.

Ikki ein kristin prestur ella prædikumaður, protestantur ella katolikkur, klárar á altjóða støði at verja kristindómin, vesturlendska mentan og lívsvirði við at brúka Bíbliuna og jøda/ kristindómin til at hølva post-modernistarnar av og at vekja úr deyðasvøgni yngri vesturlendingar, ið tráa inniliga eftir at gera kollektivt sjálvmorð, tí tey verða stýrd av sosialismu undirhaldi í snildfonini.

Frans pávi (settur av Obama, Hillary og George Soros) er eitt bakbeist ímóti fólkaræði, marknaðarbúskapi, kolvetni og kapitalismu, ið hanga saman og føða 5 mia av heimsins fólkum (hinum 2 mia. er lítil vón fyri uttan so, at tey læra tey 10 Boðini um ikki at stjala, lúgva, drepa og øvunda, læra sosiala og mannvinaliga boðskapin í Fjallaprædikuni við persónligari ábyrgd (og ikki bert við skattapengunum hjá øðrum) og fevna kristindóm, demokrati og kapitalismu til fyri vist at fáa eitt betri lív. 

... og njótið Jordan B Peterson á PragerU. Lurtið við andakt, ja sum undir lestri eftir honum, umaftur og umaftur, til tit fata alt, ja duga lektiuna uttanat.

 


Meiningar og hugleiðingar ið verða bornar fram í sendingum á R7, umboða ikki meiningar, áskoðanir ella sjónarmið hjá leiðsluni í R7 Kringvarp.

Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Fakta kekking av Ingolf S. Olsen
Magnus Heinason gjørdi bummtúr eftir toski
Vespureiðrið (100) - 18. mars 2019
EFTIRSKÚLI Á TVØROYRI Í AUGUST
Hugnaløtan (54) - Gestur: Hjalgrím Davidsen
Tí eigur onkur at steðga verandi ætlanum, áðrenn stórskaðin hendir.
"Kom á 2069!" (52) - 15. mar 2019
Prát við Rigmor Dam, fyrrv. mentamála­ráð­harra
Dómadagsmiðlar og politikarar siga eitt, veruleiki sigur annað
Toskurin ferðast
Hvast orðaskifti á tingi um Lands­bankan
Samkynda forkvinnan hjá skotsku konservativu júst fingið barn
Jógvan Skorheim vísir aftur øllum ákærunum frá Rógva Fossadal
Álvara Kaj Leo, meinar tú tað? Einki er meira veruleikafjart.
Normenn fingu rættuliga stóran tosk
Komið øll við (4) - Gestur: Mikkjal Hvannastein - 21. mars 2019
Stóra plastruddingin í Kyrrahavi­num er steðgað
Sendið boð eftir fráfarna stjóranum
Rák (37) Barna­rættindadagar 2019 vísa hvar barna­rættindi verða brotin í Føroyum
Hjalmar Zachariassen; Fólksins ogn
Tey villfremmandu halda fram at floyma yvir Bretland
VÍF - H71 endaði við 33-22
Hjálparfólka­felagið og Betri hava kunningarfund
Fyrsta flagið er loyst fyri eini risastórari verkætlan við eigaraíbúðum í Vesturbý­num í Havn
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi