Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Verjumálaráðharrin: Atlit skulu takast til føroyskan fiskiskap

Politikkur | 11/07-2018 13:03

Magni Arge, fólkatingsmaður, heldur tað vera skilagott, at danska verjumálaráðið og føroyskir myndugleikar taka upp samstarv um at hava neyvari eftirlit við, hvørji skip eru í føroyskum havøki.

Danski verjumálaráðharrin, Claus Hjort Frederiksen, sigur í svari til Magna Arge, fólkatingsmann, at hóast ongin forðing er fyri at hava hernaðarvenjingar innan fyri føroyska fiskimarkið, skulu atlit takast til eitt nú fiskiskap, reglur og kunngerðir, sum galda fyri økið.

Verjumálaráðharrin váttar, at danska sjóverjan var ikki kunnað um venjingarnar, og tí ikki veit meira at greiða frá hendingunum á fiskileiðunum 30. juni 2018.

Men Claus Hjort Frederiksen leggur aftrat, at sjóverjan kannar tilburðin, og fer eisini at virka fyri at fáa betri kunning um virksemið hjá fremmandum herskipum í sjóøkinum, sum Arktisk Kommando annars varðar av.

Magni Arge, fólkatingsmaður, sum setti verjumálaráðharranum ein fyrispurning um hendingina tann 30. juni, tá føroysk fiskiskip vórðu órógvað av fremmandum herðskipum, er fegin um, at verjumálaráðharrin staðfestir, at sambært havrættarsáttmálanum skulu atlit takast til eitt nú fiskiskap, tá herskip venja í føroyskum Sjóøki.

“Føroyar eru partur av verjuøkinum hjá NATO, men trygdin hjá føroyskum sjómonnum skal ikki setast í vanda, tá herskip royndarvenja í føroyskum sjóøki í friðartíð,” sigur Magni Arge.

Hann heldur tað eisini verða skilagott, um verjumálaráðið og føroyskir myndugleikar taka upp samstarv um at hava neyvari eftirlit við, hvørji skip eru í føroyskum havøki yvirhøvur.

"Tá høvdu myndugleikarnir eisini havt betri umstøður at taka fyrivarni fyri hendingum sum hesum," sigur Magni Arge, fólkatingsmaður.


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Mest lisið í farnu viku
Borgar­stjó­rin í Runavíkar býráð er ikki Tórbjørn Jacobsen á Glyvrum, hetta sigur Tobbi við R7
NOVA úr Suðuroynni (32) - 03. des 2018
R7 Premier League (28) - 03. des 2018
Brúgvin (112) - 3. des 2018
Jógvan Páll Lassen: Lat SEV selja bensin og olju
Hundraðtals milliónir fyri skeytið á Gomlurætt
Metis - Øll sendingin - 04. desember 2018
Sonni hevur Volvo "virus "
Kleptoman-landskassi
Í kjalarvørri­num, lív okkara - eitt kelduvað av vitan og lívsroyndum
"Kom á 2069!" (42) - 7. des 2018
Rák (27) Damudomi um sexismu í almanna rúminum
Glasir!
Nýtt virksemi í turkihúsi­num í Vági
Tvístøða (49) - "Mín besti vinmaður hevur kvett sambandi við meg!"
Fuglafjarðarsendingin (14) - 06. des. 2018
Her verða allar gátur loystar
Dýrir dreingir í Hoyvíkshaga
Tvístøða (49) - Øll sendingin
Tvístøða (49) - "Eingin hevur ábyrgdina av teimum, ið ikki finna bústað!"
Tíðindi klokkan 12
Eiga at halda fast við tálmandi rúsdrekka­politikkin
Novembervitjan í Suðuroy - møtir og bíbliuskeið
Tíðindi klokkan 17:00
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi