Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Lýsing
Lýsing

Nógv minni er til av yngli á Landgrunninum í ár enn í fjør

Innanlands, Vísind | 11/07-2018 13:51

Magnus Heinason hevur gjørt kanningar av yngli og æti.

“Samanumtikið kann sigast, at nógv minni er til av yngli á Landgrunninum í ár í mun til fjør, og sum heild var yngulin smáfallandi.” Tað sigur Havstovan, nú Magnus Heinason hevur verið á kanningarferð, har yngul og æti vórðu kannað.

“Hesi seinastu árini hevur sjógvurin kring Føroyar verið rættiliga feskur og henda gongdin heldur fram í ár,” sigur Havstovan.

Serliga hesi bæði seinastu árini hevur sjógvurin verið lutfalsliga feskur, men samstundis hevur hitin í sjónum verið rættiliga støðugur.

“Gróðurin í vár og higartil í summar er beint undir miðal og nøgdin av djóraæti á Landgrunninum er um miðal,” sigur Havstovan.

Á Landgrunninum var sum vant mest av hvítingsbróðri, tó at bæði nøgdin og støddin vóru minni enn miðal. Eisini var rættiliga lítið av toski, hýsu og nebbasild og yngulin var smærri enn miðal.

Á Føroyabanka var sjógvurin sum vant umleið eitt stig heitari enn á Landgrunninum, og eins og á Landgrunninum og á víðum havi var sjógvurin rættiliga feskur.

“Lítið var av plantuæti. Rættiliga nógv var til av djóraæti, men hetta var fyri tað mesta æti, sum upprunaliga er rikið inn á Bankan uttanífrá, meðan lítið var av sløgum, sum bert halda til á Bankanum,” sigur Havstovan.

Sera lítið var av toska- og hýsuyngli á Føroyabanka. Samlaða talið av nebbasild á Bankanum var tó eitt tað størsta, sum skrásett hevur verið, og harafturat var støddin á nebbasildini væl yvir miðal.

Yngul- og ætikanningar á sumri eru afturvendandi kanningar, sum hava til endamáls at kanna ta pelagisku vistfrøðina undir Føroyum á sumri, t.e. hita, salt, tøðsølt, gróður, djóraæti og fiskayngul. Við støði í hesum fæst ein fatan av liviumstøðum og útlitum hjá eitt nú fiski og sjófugli.


Lagt út: Helgi Abrahamsen
Lýsing
Mest lisið í farnu viku
Fakta kekking av Ingolf S. Olsen
Magnus Heinason gjørdi bummtúr eftir toski
Vespureiðrið (100) - 18. mars 2019
EFTIRSKÚLI Á TVØROYRI Í AUGUST
Hugnaløtan (54) - Gestur: Hjalgrím Davidsen
Tí eigur onkur at steðga verandi ætlanum, áðrenn stórskaðin hendir.
"Kom á 2069!" (52) - 15. mar 2019
Prát við Rigmor Dam, fyrrv. mentamála­ráð­harra
Dómadagsmiðlar og politikarar siga eitt, veruleiki sigur annað
Toskurin ferðast
Hvast orðaskifti á tingi um Lands­bankan
Samkynda forkvinnan hjá skotsku konservativu júst fingið barn
Jógvan Skorheim vísir aftur øllum ákærunum frá Rógva Fossadal
Álvara Kaj Leo, meinar tú tað? Einki er meira veruleikafjart.
Normenn fingu rættuliga stóran tosk
Komið øll við (4) - Gestur: Mikkjal Hvannastein - 21. mars 2019
Stóra plastruddingin í Kyrrahavi­num er steðgað
Sendið boð eftir fráfarna stjóranum
Rák (37) Barna­rættindadagar 2019 vísa hvar barna­rættindi verða brotin í Føroyum
Hjalmar Zachariassen; Fólksins ogn
Tey villfremmandu halda fram at floyma yvir Bretland
VÍF - H71 endaði við 33-22
Hjálparfólka­felagið og Betri hava kunningarfund
Fyrsta flagið er loyst fyri eini risastórari verkætlan við eigaraíbúðum í Vesturbý­num í Havn
Nú á R7
Samband
R7 Kringvarp
Postboks 226
FO-600 Saltangará
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Nýggjastu tíðindi