Húsaspekulanturin í Miðlahúsinum
Eigarin av Sosialinum er ein av húsaspekulantunum í Havn. Hann hevur, sum tað sær út í roknskapinum, keypt hús frá sær sjálvum fyri uml. 8 milliónir, Helst er tað partvís skattafrítt eisini.
Eirikur Lindenskov, stjóri á Sosialinum, sendi avís í hvørt hús og kærdi sína neyð um kappingarneytarnar. Men hann segði einki um, at sjálvur er hann minst líka góður spekulantur sum aðrir.
Flestu, høgru megin miðjuna halda at partafeløg og privat fyritakssemi er gott. Vinstru megin er tað so sum so við undirtøkuni fyri privata fyritaksseminum. Í hvussu so er til tey sjálvi fáa eitt gott hugskot og fara í gongd. Vit undrast á, at hetta gongur, har tey koyra í vinstru síðu.
Vit hava hugt eftir einum felag sum eitur SP/F Barbara. Eigari av hesum felag eru Eirikur Lindenskov og konan. Hetta felag eigur eisini Miðlafelagið, sum eigur Sosialin. Men tað er ikki tað sum vekir okkara áhuga.
Í Sosialinum mikudagin í seinastu viku, kærdi Eirikur Lindenskov sína neyð um hvussu strævið tað var at kappast við aðrar miðlar, sum vóru fíggjaðir av privatum fyritøkum. Síðan visti hann á, at Sosialurin var ogn hjá starvsfólkum og at kappingin var dekan ov ójøvn.
Umframt at eiga helvtina av Miðlafelagnum og Sosialinum, eigur felagið Barbara fleiri bygningar í Havn. Bygningarnir eru keyptir frá ongum øðrum enn eigaranum sjálvum. T.v.s. at partaeigarin í P/F Barbara hevur selt bygningar til sítt egna felag. Hetta er 100% lógligt. Men hetta er sjálvandi eisini ein háttur at vinna sær nakrar skattafríar krónur.
Við at lesa gamlar roknskapir, so sæst, at onnur skuld er stór og bankaskuld lítil. Tað ber bara til, um ein keypir frá sær sjálvum. Tá ber til at fíggja ein part við láni og restina fíggjar eigarin og vónandi fær hann so pengarnar aftur seinni.
Hetta er ein sera góður máti at skora kassan. Sambært roknskapinum hevur SP/F Barbara keypt bygningar fyri umleið 9 milliónir frá eigaranum. Vit kannaðu hjá Tinglýsingini og funnu 2 bygningar, har á leið sum matstovan Barbara liggur. Tað skal ikki skiljast sum at selt er fyri yvirprís. Men bara soleiðis at til ber at selja til sín sjálvan til marknaðarprís og møguliga við vinningi, sum kanska er skattafríur og so kann partafelagið draga keypið frá í skatti. Og tað er lógligt.
Í ársroknskapinum fyri 2015 er bankaskuldin 2,5 mió. Onnur skuld er góðar 6 mió. Hetta fær illa verið annað enn skuld til eigaran.
Hendan skuld minkar uml. 300.000 í 2015. Í 2016 lænur felagið uml. 5½ millión frá bankanum og niðurbetalur Aðra skuld. Hetta fær illa verið annað enn til eigaran. Bankaskuldin í felagnum er 31/12-2017 sambært roknskapi felagsins 8,9 milliónir.
Felagið hevur í 2017 lánt 1 millión frá bankanum og bankaskulin er økt úr 7,9 uppí 8,9 mió. Út frá hesum má sigast, at bankin trýr uppá pantvirði ella eigaran. Ja kanska trýr bankin uppá bæði eigara og pantvirði.
Tað sum tykist undarligt er, at rentuútreiðslurnar hjá felagnum bara eru kr. 28.000 tá bankaskuld felagsins er 8-9 milliónir. Tað sær út til at felagið sleppur undan at gjalda rentur.
Og Sosialurin kemur inn í myndina, tí tað sær ikki út til at Barbara tjenar nóg mikið til at gjalda egnar rokningar og tí má avlop og vinningsbýti hjá Sosialinum brúkast til at gjalda rokningar hjá P/F Barbaru. Eisini rokningar fyri at selja bygningar frá sær sjálvum til sín sjálvan.
Miðlastuðulin kemur á eitt turt stað.
Men tað hevur gingið higartil og vónandi gongur tað eisini framyvir.
Keldur: Kortal.fo vísur matr. nr. á bygningum og hvør eigur. Tinglýsingin upplýsur søluprís og gamla eigaran. Roknskapur hjá Sp/F Barbara fyri 2013-2017
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot landskassans 150 milliónir
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur