Spanska løgreglan brotið nigerianskt brotslið og bjargað 39 sextrælum
Vit hava ikki hoyrt nógv til sponsku løgregluna síðan kvøldið í Barcelona, tá ið løgreglumenn bukaðu katalansk sjálvstýrisfólk við lurkum fyri opnum SV.
Og tó, stutt áðrenn hevði spanska løgreglan gjørt brøgd í einum islamskum terrorálopi í sama býi. So eisini sponsk løgreglufólk duga sítt arbeiði.
Tað gav at býta herfyri, tá tíðindi bórust úr Andalusia, at løgreglan har hevði knúst ein nigerianskan brotsmannaring og fríað 39 gentur, sum brotsliðið hava smuglað inn í Spania úr Afrika og hildið tær fangar sum skøkjutrælir.
Fólk, ið ferðast á sólstrondum í Spania, undrast ofta á, hvørjum teir mongu gøtuseljararnir í Spania liva av, tí fá ferðafólk keypa tað stakkalastás, ur, skreytlutir, taskur, sólbrillur, fløgur o.t, ið teir bera á rygginum og ørmunum.
Kanska liva summir av hesum tilfluttu afrikanarum av brotsverkum.
Løgreglan segði, at trælahaldararnir høvdu rætt genturnar við afrikanskum “woodoo,” gandi, sum nóg fávitskut víða um Afrika trúgva rúnarbindur tey.
Genturnar vórðu hildnar fangar í kjallarum og hellum í sólbýnum Almeria á miðjarðhavsstrondini. Her hava tær búð uttan møguleika at sleppa leysar.
Europol sigur, at í hesum málinum eru 89 persónar handtiknir um alt Spania higartil, og at hesin brotsringur hevur samband við Eiye Confraternity, eitt nigerianskt brotsmannalið, ið er skipað nakað sum italska mafian í USA í 1930-unum smbr sponskum politiupplýsingum.
Ein leiðari í hesum brotsliði hevur virkað sum DJ (plátuvendari) í náttarlívinum í Almeria og øðrum býum, men veruliga staðið á odda fyri umfatandi manna-smugling úr Afrika til Spania.
Flestir islamskir tiflytarar úr Miðeystri og Afrika sleppa til Evropa við at gjalda mannasmuglarum upp í heilar árslønir, íalt fleiri miljardir hesi farnu 15 árini.
Slíkt altjóða “multi-kulti”, “fleirmentað margfeldni”, sum tað so politiskt korrekt verður kallað og vart av EU-politikarum, kunnu evropearar vænta sær meir av í komandi tíðum, inntil meinigi evropeiski veljarin steðgar tí miðvísu oyðingini av okkara heimsparti og revsar politikararnar, áðrenn teir gera enda á Evropa.
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot landskassans 150 milliónir
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur