Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing
? / ??

Erdogan, einaræðisharri Turkalands, júst dømt miðlafólk lívlangt fongsul

Andøvsløtan | 15/07-2018 12:00
Fethullah Gülen og Erdogan, forseti Turkalands

Erdogan og islamski Rættvísisflokkurin vunnu aftur turkiska forseta- og tjóðar-tingsvalið við 52% av atkvøðunum. Nú setur hann sum forseti allar ráðharrar, varaforsetan, og hevur júst sett sonin sum fíggjarmálaráðharra og gevur demokratisku skipanini síðan 1924 skuld í politiska óskilinum, ið verið hevur.

Statsterrorin hjá tí smására turkiska forsetanum Erdogan heldur fram. Hann roynir at broyta tað sekulera Turkaland til ein islamskan stat við sær sjálvum sum ovasta andliga og politiska leiðara. Turkaland er einasta ikki-religiøsa fólkaræði í Miðeystri og tí við frægast framkomna búskapi. Nú rýkur alt tað.

Í hesi islamsku herferð er eydnast tí komandi turkiska kaliffinum at fáa 6 av 80 fongslaðum topp-tíðindafólkum dømd lívlangt fongsul fyri teirra lut í sonevndu “kvettroyndini” í 2016. Hini 74 eru undir somu ákæru og bíða eftir rættarsøkn.

Erdogan skuldsetir ein 84 ára gamlan turkiskan Fetullah Gylen, fv. politikara og hóvligan leiðara at standa aftan “kvettið”. Avdeyðin býr í útlegd í USA, sum hevur sýtt at útflýggja Turkalandi hann og biðið Erdogan renna og hoppa.

Onnur illteinkja Erdogan og hansara skutilsveinar fyri sjálvar at standa aftan fyri kvettroyndina við at senda nakrar løgreglu- og hermenn út á náttarvenjing.

Hesa “kvettroynd” misbrúkti leiðslan fyri “Rættvísisflokk” Erdogans til at koyra 300-túsund almenn fólk úr starvi, t.m. dómarar, herovastar, løgreglumenn, lærarar og hóp av miðal starvsfólkum, so stjórnarstuðlar fingu teirra størv.

Ístaðin fyri at royna at tekkjast vesturlendskum fjølmiðlum við at fara lagaliga fram móti teirra turkisku starvsfeløgum, hevur Erdogan loypið øði í útlendsk miðlafólk, ið annars bera í bøtuflaka við øllum muslimskum ólíkindum og á tann hátt stuðla tí samskipaðu royndini hjá Islam at yvirtaka Vesturheimin.

Erdogan ger eina dáragerð at fáa 80 turkisk topp-miðlafólk dømd lívlangt fongsul og at steingja landsins fremstu tíðindastovur, sjón- og útvarpsstøðir, tí starvsfók gera sítt frægasta til at liva upp til turkisku grundlógina frá 1924.

Men Erdogan hevur herjað turkiskan politikk í 20 ár við landsins mest óupplýstu og víðgongdu islamsku stuðlum. Hann er enn í góðum árum, og kann bert reka misnøgdar turkar til Evropa, ið ivaleyst er hansara ætlan.


Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot lands­kassans 150 milliónir
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi