Nigel Farage: "Theresa May hevur 14 dagar eftir sum bretskur leiðari!"
So misti Thersa May Boris Johnson uttanríkisráðharra, og Dave Davis “Brexit-mála-ráðharra” av bretska vogninum í einum “vinstrasvingi,” sum onkur hevði sagt tað.
Teir eru skiftir út, og 2 tryggir May-stuðlar settir ístaðin. Tey, maður og kvinna, skulu nú standa sína roynd, til Brexit verður sett í verk longu 29. mars, 2019.
Serliga May og Davis hava samráðst við Brussels, ið brúkar knúgvajørn sum vant, tá ið onkur innan sum uttan fyri ES hevur sína egnu meining og verður knúlvaður, veri tað Trump um toll og NATO, Orban um islamar í Ungarn el. Føroyar um makrel.
Boris og Davis vildu hava reinari Brexit-skurð millum Bretland og ES, meðan May hevur brúkt óhvassa breyðsag til at karva og saksa fyri at fáa eina bleyta ES-loysn.
Brexit-ósemjan fer at halda fram, tí Tory-flokkurin situr í smalari samgongu við norðurírska DUP flokkinum, ið vil hava tætt samband við ES. Í Konservativa flokkinum, Tories, eru nakrir tingmenn sannførdir fyri og aðrir hart ímóti Brexit.
Í Labour er eisini stór ósemja um Brexit, men sum andstøða kann Labour bara tiga.
Theresa May loftaði sær og bjargaði stjórnini við at skifta Boris Johnson og Dave Davis út við ávikavist Jeremy Hunt og Dominic Raab. Meiri um tey frameftir.
Men aftur til eina viknaða Theresu May, sum bretski anti-ES parlamentslimurin í Brussels bert spáar 14 dagar aftrat sum forsætisráðharra Bretlands og Tory-leiðara.
Nigel Farage gjørdi meir enn nakar annar bretskur politikari sítt til, at ein tepur meiriluti, 52% fyri og 48% ímóti, á fólkaatkvøðu valdi Brexit, altso Bretland úr ES.
Farage úttalaði seg í amerikanska SV-felagnum Fox News fyrradagin, at Thersa May hevur verið so vøkkult í samráðingum við ES um støðu Bretlands eftir Brexit, at Brussels framhaldandi fer at ráða yvir fleiri bretskum lógarøkjum, eitt nú tilflyting.
Vreiðin ímillum bretskar politikarar, ið ikki vilja eina so ullinta støðu til ES, gera uppreistur ímóti May í næstum, so at hon fellur innan 2 vikur, heldur Nigel Farage.
Labour fegnast eyðvitað um trupulleikarnar hjá Tory- og stjórnarleiðaranum, May.
Farage sigur seg vænta, at minst 48 Tory tinglimir, ið er tað neyðuga talið, skriva Sir Graham Brady, formanni í “1922-nevndini”, ið hevur lógarheimild at seta fram uppskot um misálit, bræv og krevja atkvøðu um misálit móti May í Parlamentinum.
“Um stjórnin er nøgd við eina lunkaða Brexit avtalu við ES, fari eg aftur í politikk, tí alt annað enn ‘reinur skurður’ er svik móti bretska fólkinum,” segði Farage við Fox.
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot landskassans 150 milliónir
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur