Sambært Thomson Reuters lista er USA (?) millum heimsins ringastu lond hjá kvinnum at búgva í
Tá ið vit hugsa um heimsins 10 ringastu lond hjá ikki bert kvinnum, men helst eisini monnum, gomlum og ungum, at liva í, hugsa vit um Trumps “shitholes.”
Sum nørdur í landalæru hugsi eg um fleiri enn bert 10 ring lond at búgva í. Nøkur lond hava alt mítt lív verið pesthol og halda fram í hesum bólki, til tey velja at brúka kristin lívsvirði, tey 10 boðini, marknaðarbúskap og demokrati.
Ná, men stovnurin Thomson Reuters Foundation, t.a. mannarættindardeildin av vinstrahallu Reuters tíðindastovuni, hevur aftur í ár givið okkum botnlistan.
Londini eru (frá allarfúlast til 10. fúlast fyri kvinnur): India, Afghanistan, Sýria, Somalia, Saudi Arabia, Pakistan, DRC, Yemen, Nigeria og (halt fast) USA. 6 av hesum 10 eru islamsk lond og restin afrikansk (undantikið USA).
Munu onnur pesthol sum Suðursudan, og Miðafrik. Lýðveldið, har hervaldið miðvíst neyðtekur og misnýtir kvinnur og gentur sum partur av teirra mentan?
Í Mauritania eru 40% av øllum kvinnum trælir og søluvøra. Í sosialistiska Norðkorea eru 100-tús.tals kvinnur statstrælir og nógvar sita í arbeiðslegum. Í Iran verða kvinnur handtiknar fyri at leggja høvuðklæðið. Í Kina, har enn kvinnur í milliónatali verða tvingaðar til bert at føða 1 barn, helst drong.
Heimsins 10. ringasta land á Thomson-Reuters lista er (hann hjálpi okkum) einki minni enn sjálvt USA, “The land of the free and home of the brave.”
Hvussu ber til, at heimsins elsta fólkaræði nú er 10. mest kvinnuvonda land?
Jú svarið man liggja í tí, at Thomson-Reuters, í staðin fyri at biðja vanligar kvinnur meta londini, hevur biðið 548 “serkønar í kvinnurætti” úr 193 ST-londum, heimsins mest korrupta og politiskt ómoralska felagskapi, velja.
Teir útvaldu femiistarnir hava valt 10 tey hættisligastu londini, júst meðan “#Me-too” jagstranin í USA fór fram, tá ið toppmenn í Hollywood sum Harvey Weinsteen, tíðindamenn og Democrat politikarar vórðu uppsagdir og máttu alment bekenna sínar syndir móti hálvnaktum damum, ið hingu sum perlubond um hálsin á hesum gessunum, ið ikki kláraðu at standa imóti.
Í einum øðrum lista, sum jarðbundin vanlig fólk hava gjørt fyri Afro-Asia Bank, liggur USA sum heimsins 9. besta kvinnuland m.o. sum øll Norðurlond, tey Anglo-saksisku londini, Monaco, Ísrael, ES-lond, Suðurkorea, Sveis, Hawaii.
So damur, aftrið tykkum ikki fyri at vitja USA (undantikið Hollywood, CNN, CBS, MSNBC, og so sjálvsagt The Democrat Party, hóast Bill Clinton er farin úr politikki saman við konuni).
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot landskassans 150 milliónir
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur