Enn ein franskur topp-politikara gøla: Fyrrv. franski forsetin Sarkozy aftur í klørnum á løgregluni
Franskir topp-politikarar hava ilt við at halda lógir landsins. Fleiri gølur hava longu skakað Emanuell Macron tað árið, hann hevur verið forseti.
Men undanmenn Macrons hava enn meiri at svara og kvíða fyri.
Nicolas Sarkozy, næst seinasti forseti Fraklands varð varðhaldsfongslaður og har avhoyrdur um 50 mió evrur (= 35 mió kr), sum hann er illtonktur fyri at hava tikið ímóti frá Muammar Gaddafi at brúka til at fíggja valstríð fyri.
Sarkozy, tann fíni franski forsetin, og Gaddafi, tann blóðdálkaði islamski gangstarin, ið stýrdi tí norðurafrikanska U-landinum sum eini fangalegu við jarnhond, vórðu nógv avmyndaðir saman í 2007, tá Gaddafi vitjaði Frakland.
Gaddafi keypti sær atgongd til tey bonaðu fronsku slotsgólvini við at fíggja valstríðið hjá tí globalistiska og islamvinaliga franska forsetanum.
Blóðpengar frá Gaddafi munaðu so væl, at Sarkozy vann forsetavalið í 2007.
Higartil hevur Sarkozy ikki sitið á ákærubeinkinum fyri óregluliga valfígging í 2012, men harafturímóti er hann rættarsøktur fyri ólógliga at hava tikið ímóti peningi til at klára valstríðið í 2007.
Sjálvur kallar fyrrv. franski forsetin ákærurnar móti sær í sambandi við tætta vinalagið við Gaddafi hetta tíðarskeiðið høpisleysar og grovar.
Óneyðugt at siga tapti Sarkozy forsetavalið í 2012, tá ið sosialistiski Francois Hollande varð valdur forseti. Tað var eitt syndarligt valskeið fyri Frakland.
Tá ið Sarkozy royndi at gerast forseti til seinasta val í 2017, miseydnaðist tað aftur, og Macron varð valdur í staðin.
Tann, ið flýgur høgt, fellur ofta djúpt. Tað má vera drepandi fyri so fáfongdan mann sum Sarkozy, ið hevur so nógvar islamskar tilflytarar til Evropa á síni samvitsku, nú at stara ein møguligan fongsulsdóm beint í eyguni.
Hann er ikki enn ikki rættarsøktur, dømdur og fongslaður fyri at hava roynt at beina fyri Evropa við at loyva einum floymi av islamskum rekavættum inn, men fyri nakað so óvirðiligt sum at hava misnýtt libiskan blóðpening til at fíggja sítt valstríð við, og síðan at hava tapt valið aftaná.
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot landskassans 150 milliónir
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur