1000-tals 'følsk' brúdleyp hildin á donsku oynni Ærø
Flestu føroyingar og onnur, ið kenna donsku oynna Ærø í Sydfynske Øhav, eru ivaleyst samd um, at hon er ein siðsøguliga vakur og romantiskur blettur.
Nógvir føroyskir sjómenn sigldu við Marstal-skonnartum í seglskipatíðini, tá ið Ærø átti lutfalsliga stóran part av tí tá sum nú stolta danska handilsflotanum. Mangir føroyingar gingu á sjómannaskúla til skipara og stýrimann í Marstal.
Eftir seglskipatíðina minkaði Ærø og Marstal í týdningi, og fólkatalið á Ærø er í dag bert helvt av tí, tá tað var hægst. Nú búgva 6.400 fólk á Ærø. Oyggin er 4 km breið í miðal, 20 km long, 88 km2, eitt vet minni enn Borðoy, men lág.
Tann vakra “suðuroyggin” við Danmarkar best varðveitta gamla keypstaði Ærøskøbing og eisini Marstal dregur ferðafólk á sumri sum ein magnet.
Tey 100-tals blómuprýddu bindingsverkhúsini og hugnaligu gøturnar hava verið við til at gera Ærø til eina so romantiska oyggj, at ung, forlipt donsk pør í 100-tali velja sær oynna til staðið, har tey giftast og halda brúðarferð.
Men tann tiltikni “ormurin” hevur eisini gjørt innrás á Ærø. Danmark er eins og restin av Evropa (undantikið 5-6 ES-lond eystanfyri) spilt hesi seinastu árini.
Spillan hevur eisini rakt Ærø, sum danska løgreglan og Europol hava hildið vakið eyga við, til talið á brúdleypum á Ærø vaks upp um helvt av íbúgva-talinum á oynni, skrivar Poul Erik Andersen í donsku Den Korte Avis.
Í 2016 vórðu heili 3.697 hjúnabond knýtt á Ærø við bert 6.400 íbúgvum. Tá varð ovboðið, og løgreglan gjørdi bart. Kanningar høvdu víst, at flestu giftur vóru millum evropeiskar gentur og menn av ikki-evropeiskum uppruna.
Menninir rinda gentunum gilt fyri at vera hjún í nakrar dagar, til hjúnabandið verður loyst. Útlendsk brotslið skipa fyri følskum giftum, so menninir fáa danskan og ES-borgararætt og ES-pass. Sama óskil herjar nú á Bornholm.
Orsøkina til, at hesir brotsfólk velja Danmark at giftast í, heldur Poul Erik Andersen á Den Korte Avis er, at Danmark hevur strangar reglur, sum verja útlendingar, eisini brotsmenn, ímóti at missa sín danska og harvið ES-borgararætt, um teir bróta danskar og ES-lógir.
So vita vit tað: Kvinna, ið ynskir sær lætt vunnar pengar, skal giftast á Ærø.
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot landskassans 150 milliónir
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur