Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing
? / ??

Bakkafrost og MBM samstarva um biogass

Andøvsløtan | 14/07-2018 22:30

Hugskotið at gera biogassverk í Føroyum er gamalt. Í fleiri ár hevur verið eyðsýnt, at lívrunnið burturkast frá alivinnuni og tøð frá landbúnaðinum eru virðismiklar rávørur, sum kunnu brúkast til biogassframleiðslu og til góðskað tøð.

Nú er komið so langt, at Bakkafrost samtakið tekur stig til at byggja eitt slíkt verk inni á ídnaðarøkinum á Skarðshjalla.

"Biogassverkið er eitt gott dømi um, hvussu vit kunnu fáa virði burtur úr okkara burturkasti. Føroyskur laksur verður seldur sum hávirðisvøra um allan heim, og nú fara vit eisini at brúka tað lívrunna burturkastið til orkuframleiðslu og góðskað tøð í Føroyum," sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost.

Biogass fer at avloysa lívrunnin brennievni

Nýggja biogassverkið kemur væntandi at taka ímóti uml. 40.000 til 50.000 tonsum av lívrunnum burturkasti frá alivinnuni og tøðum frá mjólkarbóndum. Biogassverkið umbroytir lívrunna burturkastið til jarðgass, sum kemur at verða brúkt sum orkukelda í staðin fyri olju, og tí fer hetta at hava munandi kolevnissparing við sær.

"Um vit skulu flyta Føroyar fram ímóti eini støðu, har vit bert brúka grøna orku, er umráðandi, at vit brúka fleiri ymiskar grønar orkukeldur, sum kunnu avloysa lívrunnu brennievnini. Og her kann biogass eisini spæla ein týðandi leiklut. Vit fegnast tí um hetta átakið, sum Bakkafrost samtakið hevur tikið stig til," sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í orku- og umhvørvismálum.

Veruligur ringrásbúskapur

Tá ið lívrunna burturkastið er viðgjørt í biogassverkinum, er ætlanin, at tað skal brúkast sum góðskað tøð. Avgassaðu tøðini koma eftir viðgerðina at hava munandi betri taðingarevni enn vanlig óviðgjørd neytatøð. Orsøkin er, at lívrunna burturkastið frá alivinnuni rúmar fleiri týðandi miniralir. Harumframt koma góðskaðu tøðini næstan ikki at lukta.

"Vit fegnast um hesa verkætlanina, sum hevur fleiri fyrimunir við sær fyri føroyskan landbúnað. At hava atgongd til tøð av høgari góðsku er týdningarmikið fyri okkara framleiðslu av stráfóðri," sigur Sigert Patursson, formaður í Bóndafelagnum.

Biogassverkið kann framleiða uml. 2,3 mió. rúmmetrar av gassi um árið. Hetta gevur eina el­framleiðslu, sum svarar til elnýtsluna hjá uml. 1.900 húsarhaldum. Harumframt fer verkið at framleiða fjarhita til uml. 400 húsarhald. Tilsamans fer biogassverkið at geva eina sparing í útláti av CO2 á uml. 11.000 tons um árið.

Myndin niðanfyri vísir sjálva biogass orkuskipanina har t.d. lívfrøðiligt burturkast frá aling verður umbroytt til aðrar orkukeldur og tøð til landbúnaðin.

 


Mest lisið í farnu viku
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi