Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Meg fáa marxistiskar nissur ikki kipt!

Átrúnaður, Lesarabrøv | 16/07-2018 23:30

Sá í Vikublaðnum í dag, 16. juli, at kamufleraðu marxistarnir, sum hava klipt sær og í dag krógva seg seg á ovastu rók í kontórshavn, vilja royndarkoyra eina herferð í Føroyum, sum teir kalla nakað so sum “Ímóti haturstalu”. Og so vilja teir enná draga politiið uppí. Sum ein, ið væl fylgir við sonnu tíðindunum á “alternative media”, má ávara mínar landsmenn um, hvagar hatta leiðir: Til at tað skal verða ólógligt at meina og siga tað, sum maktsjúka yvirvaldið (ES) ikki dámar. Hatta er liður í eini globalistiskari TOTALITERARI agenda, fyri at til síðst at fáa allar røddir at tagna, sum í dag tala ímóti teirra andstyggiligu sodomitisku lógarsmíðum, sum teir vilja trýsta ígjøgnum út um allan heim.

Lat meg siga sum er, at eg, sum ein talari av Guðs orði, fari ikki at lýða tykkara mannaboðum, tá ið tey ganga ímóti Guðs boðum. Guðs orð sigur greitt, enntá í Nýggja Testamenti, at tey, sum liva í sodomusyndini, arva ikki kongadømi Guðs (sí I. Corinthbræv 6:9 FKJ). Vit, sum enn eru í ordan í landinum (aftaná intensu media-inndoktrineringina síðstu 6 árini), koma aldri at boyggja okkum fyri lógum, sum ganga ímóti Guðs orði. Okkara sanni kærleiki fyri villleiddum sálum noyðir okkum til áhaldandi at siga allan sannleikan um allar lutir, serliga teir, sum eru aktuellir í samfelagnum. Sært tú, at tiga fyri fólki um vandar er ikki kærleiki, — nei, tað hevði verið hatur!. Ótespiligir sannleikar kunnu ljóða sum hatur, men koma í veruleikanum frá einum hjarta og munni, sum í roynd og veru elskar menniskju. Sært tú, absoluttur, ævigur sannleiki finst, —bara í Guðs æviga, heilaga orði; og eftir tí verða vit dømd á evsta degi, høgur sum lágur.

Ápostlarnir vórðu settir fastir fyri at prædika Guðs orð, men so skjótt teir vóru latnir leysir aftur, fóru teir so beint at prædikaða aftur. Spurdir av yvirvøldunum um hví, søgdu teir, at teir áttu heldur at óttast Guð, enn menn. Og soleiðis er tað enn í dag, at vit, sum fylgja Heilagu Bíbliuni, gera ongum manni mein, vit bara tala sannleikan, tí vit elska menniskju. Sannleikin skaðar ongan, tvørturímóti, —sannleikin ger menniskju frí, veruliga frí. Nakrar bloytur, sum boyggja okkum undir globalistiskt anti-christiligt tyranni, tað eru vit sann-Christnu ikki, ongantíð, hvørki undir Çæsar í fyrstu øld, eiheldur undir ES og sniðfundiga pontifexinum í 21 øld.

Tað kemur eingin nálaklødd marxistisk nissa at taka talufrælsið frá mær, hvørki í dag ella í morgin. Ikki eingong við vápnaðum politisti. Settur fastur fyri at tala Guðs orðs sannleika, hevði eg verið í góðum felagskapi saman við Jeremiah, Jóhannesi Doyparanum, Pæturi, Paulusi, og Jesusi. So eg tali sannleikan beint fram ótvigið, og tað mugu tit so bara hoyra, og venda um, meðan tíð enn er.

Tað tvingar eingin meg til at meina, ella ikki meina, nakaðsumhelst! Deyðiligir menn kunnu meina mítt likam, men mína sál nerta tit ikki; og meiningsfrælsi og talufrælsi eigi eg í míni sál. So royna menn at tippa meg, so hoyra teir bara eitt enn harðari skrál; fyri uttan, so væl sum fyri innan rima. 

Eg vil álvarsamligani heita á mínar landsmenn um, at fáa fingurin út úr nøsini, vakna, og berjast fyri og verja okkara Guð-givnu rættindir, meðan vit enn hava tey: talufrælsi; skrivifrælsi; hjúnabandið; at vit—ikki staturin—eiga okkara børn; at vit—ikki staturin—eiga fullan rætt til at geva okkara børnum ta lívsáskoðan, sum vit vilja; osv. osv.

Vakna, reis teg, og statt.
Eg verði ikki teptur. Ver eiheldur tú.

Hav ein álvarsaman, sjálvrannsakandi dag;)

Sjúrður-FKJ-Højgaard.

 


Lagt út: Randi Jacobsen
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot lands­kassans 150 milliónir
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi