Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Sambandsflokkurin skilir ikki búskap!

Innanlands, Lesarabrøv, Politikkur | 17/07-2018 10:30

Helgi Abrahamsen (HA) finst at teimum betringum, sum hendan samgongan hevur givið barnafamiljum, pensjónistum og teimum við lág- og meðalinntøkum. Hesir lættar skulu eftir øllum at døma verða ov dýrir fyri landskassan, og spyr hann tí so forhánisliga, hvør skal rinda fyri hesar betringar, tá ið búskapurin vendir aftur.


Har noyðast vit at fortelja HA, at orsøkin til, at undirskotið, sum vit arvaðu frá
undanfarnu samgongu, er vent til yvirskot, er fyrst og fremst ali- og fiskivinnuni
fyri at takka, men eisini tí at hendan samgongan hevur syrgt fyri, at fleiri fólk
fáa ágóðan av framgongdini. Hava fleiri fólk tað liviligari og fíggjarliga rúmsátt,
eru fleiri, sum síggja ljóst uppá framtíðina, og tá eru fleiri, sum eru við til at
vaksa um búskapin.
Tað er soleiðis føroya fólk og teirra virksemi, sum skapar ringvirkningar í
búskapinum og gevur inntøkur til tey sjálvi fyrst og fremst, men so sanniliga
eisini til føroyska landskassan!
Hvør annar enn vanligi føroyingurin?
Tað er rætt, at búskapurin hevur tað við at fara upp og niður. Men, til at svara
spurninginum, hvør ið rindar, tá ið tað vendir hinvegin aftur, so er bara at
hyggja at søguni. Hvør annar enn vanligi føroyingurin hevur nakrantíð rinda
rokningina, tá ið búskapurin vendir aftur? Og hóskandi kundi verið lagt afturat
spurninginum: Nær hevur lág- og miðallønti føroyingurin verið orsøk til kreppur
í føroyska samfelagnum? Tað er nemliga ikki altíð tann, sum rindar fyri
kreppuna, sum var orsøk til hana.
Mistonkiliggeringin, sum Sambandið hevur mótvegis vanliga føroyinginum fyri
at kosta so nógv, og fyri at verða orsøk til kreppur, er tí púra burturvið!

Nú er liviligari at verða føroyingur
Tað er rætt, at hendan samgongan valdi at geva skattalætta til tey við lágum og
miðal inntøkum – ein inntøkubólkur, sum undanfarna samgonga leyp um, í
sínum skattalættapolitikki.
Familjuískoytið er eisini givið til tær fíggjarliga hart sperdu barnafamiljurnar –
ein lætti, sum munar rættiliga væl hjá teimum fáu, sum høvdu hendan lætta
fyri neyðini. Og so er barsilsloyvið forrestin eisini longt, sum ein liður í

familjuvinarliga politikkinum hjá hesi samgonguni. Vit síggja stórar fyrimunir í,
at foreldur sleppa at verða um tey smæstu sum longst. Harumframt er
barnafrádrátturin hækkaður, sum ein liður í at gera tað lættari at verða
barnafamilja í Føroyum. Og so hava pensjonistarnir eisini 1000 kr. meira at liva
fyri, eftir, at pensjónsnýskipanin er komin í gildi; - nakað sum
Sambandsflokkurin nærum dag og dagliga kritiserar okkum fyri.
So jú, hetta ljóðar av nógvum. Men her gloymir HA, at hesir lættar, sum
hendan samgongan raðfestir, ger tað fyrst og fremst liviligari hjá nógv fleiri
føroyingum, og skal eisini síggjast sum skilagóður inntøkupolitikkur fyri
landskassan. Eru fleiri fólk, við so mikið av pengum um hendi, at tey klára tað
mest neyðuga, eru eisini fleiri, sum hava ráð at liva og virka, og hava eisini ráð
at brúka pengar. Tá eru fleiri, sum rinda bæði skatt, MVG og avgjøld. Tá eru
eisini fleiri, sum síggja positivt uppá framtíðina, og fleiri sum eru við til at lyfta
samfelagið og búskapin og fleiri at koyra í landskassan.
Tá vit soleiðis lætta um hjá barnafamiljuni, átti alt annað líka, eisini at verið
færri hjúnaskilnaðir, færri børn við strongd, færri ung sum enda í keðiligum
umhvørvum, og annars generelt færri negativ hjáárin, sum annars eyðkenna
sperdar familjur, sum ofta hava trupult við at verða við í dagsins samfelag.
Sambandið vil aftur til fámannaveldið
Tað fámannaveldi, sum Sambandsflokkurin hinvegin var við at byggja upp í
farnu valskeiðum, og sum man nú av røttum kann misteinkja hann fyri at vilja
endurskapa, kann verða gott fyri tey fáu – eina løtu, men kann eisini gerast
sera dýrt í longdini, og ótrygt – ikki bara fyri tey nógvu, men eisini fyri hesi fáu.
At HA er so kritiskur mótvegis teimum betringum, sum givnir eru, - tí hetta skal
verða so dýrt, og vil koma aftur um brekku, kann skiljast sum, at hetta er
nakað, sum Sambandið fer at rógva afturá aftur við og ætlar at broyta, um tey
koma til valdið. Tað vísir fyri tað fyrst at Sambandið vil aftur til fámannaveldi,
men so sanniliga at Sambandið hevur misskilt, hvør tað er sum skapar virðini í
hesum samfelagnum, og hvør tað er sum koyrir pengar í landskassan.
Lat fleiri lyfta í felag
So her hava vit enn ein orsøk til at lata núverandi andstøðu verða andstøða
nøkur valskeið afturat. Tá skal Sambandið nokk læra, at tað er Føroya fólk og
tess virksemi, sum skapar virðini her á landi.

Tað er, tá ið fleiri lyfta í felag, at vit fáa fleiri vælvirkandi familjur, færri hjáárin
og ein sterkan búskap. Ein sterkan búskap, sum gevur okkum ráð at lata fleiri
lyfta í felag.

soleiðis sigur Annita á Fríðriksmørk, tingkvinna fyri Tjóðveldi í dag 


Lagt út: Birgir Waag Høgnesen
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot lands­kassans 150 milliónir
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi