Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Lýsing
Lýsing

Tað ber ikki til at raðfesta øll

Lesarabrøv | 17/07-2018 10:35

(Svar til Javnaðarflokkin).

Eg skrivaði í gjár eitt lesarabræv um eitt videobrot, sum Javnaðarflokkurin hevur lagt út á sosialu miðlarnar. Í brotinum vísir flokkurin seg sum sannan jólamann, ið sigur seg hava býtt gávur út til landsins borgarar – ikki gávur frá flokkinum sjálvum, men frá okkara egna landskassa.

Tað er sjálvandi lætt at býta út í góðum tíðum, og tí spurdi eg, um flokkurin hevði nakra meining um, hvat fer at henda, tá tíðirnar ikki longur verða so góðar, sum tær eru nú. Eisini gjørdi eg vart við, at tað ber ikki til at býta so nógvar gávur út, og samtíðis fáa betri úrslit á botnlinjuni, uttan so, at eisini meira varð kravt inn. Tí spurdi eg, hvaðani teir pengarnir eru komnir.

Í gjárkvøldi svaraði Javnaðarflokkurin aftur. Svarið er skuffandi, tí heldur enn at svara spurningunum, verður í einum forhánisligum tónalagi sagt, at ”tað eitur raðfesting” - sum um at eg ikki veit tað.

At raðfesta merkir at ”prioritera”, Men Javnaðarflokkurin sigur einki um, hvat sitandi samgonga hevur raðfest lægri. Flokkurin nevnir bara, hvat tey hava raðfest hægri. Og júst tað er trupulleikin. Tá tú stillar fólk í eitt bíðirað, so ber ikki til at stilla øll fremst. Skal onkur hálast longur fram í røðini, so merkir tað, at onkur annar má longur aftur. At raðfesta alt hægri, eitur á góðum føroyskum ”at oyðsla”.

Svarar ikki spurningunum

Javnaðarflokkurin viðgongur, at øktu inntøkurnar partvíst koma frá góðu gongdini í búskapinum og partvíst frá øktum avgjøldum. Flokkurin svarar tó ikki spurninginum, hvat tey ætla at gera, tá gongdin í búskapinum ikki longur verður líka góð.

Um avgjøld sigur flokkurin millum annað, at tilfeingisvinnurnar rinda nú ”eitt rímuligt gjald fyri atgongdina til ognirnar hjá okkum øllum...” og kortini svarar hann ikki grundleggjandi spurninginum, hvussu hann í framtíðini ætlar at rinda sínar gávur til Føroya fólk, um til dømis makrelurin hvørvur aftur úr føroyskum sjógvi?

Samhaldsfasti gevur landskassanum nógvan skatt

Javnaðarflokkurin nevnir síðani Samhaldsfasta: ”Við at vit øll rinda meira í Samhaldsfasta, hava vit møguleika at geva pensjónistunum meira at liva fyri hvønn mánað,” sigur flokkurin.

Men var tað ikki okkurt við, at við nýggju pensjónsskipanini verður mótroknað í grundarupphæddin í fólkapensjónini ístaðin? Og taki eg feil tá eg sigi, at bæði tey sum rinda inn til Samhaldsfasta og tey sum fáa út, rinda skatt av tí sum tey ávikavist rinda inn og fáa út? Tað vil siga, at landskassin sleppur undan at rinda ein part av pensjónini, sum er flutt yvir í Samhaldsfasta, og hann fær harafturat skatt frá bæði teimum sum rinda inn og teimum sum fáa út. - Hví bleiv tað ikki nevnt í videobrotinum hjá Javnaðarflokkinum?

Eg haldi meg minnast, at onkur skuldu rulla forskattingina av pensjónini aftur. Tað er ikki gjørt, men í staðin skulu fólk nú rinda bæði forskatt og eftirskatt av gjaldinum til Samhaldsfasta.

Fátækradømi og umhvørvi

Javnaðarflokkurin sigur, at samgongan hevur raðfest tey við lægru inntøkunum og hevur lagt avgjald á tað sum dálkar umhvørvið. Alt gott um tað, men hetta kann ikki hava eydnast serliga væl, tí tøl frá Hagstovuni vísa nú, at innflutningurin av olju er vaksin, og framvegis liva fleiri enn 10 prosent av Føroya fólki í fátækarváða.

Menningarkvotur skulu fremja rættvísi

Síðani stendur í svarinum: ”Við menningarkvotum og uppboðsølu hava vit nú fingið eitt rættvísari virðisbýti og eina meira javnbjóðis atgongd til fiskivinnuna.”

Hetta spurdi eg ikki um, men kortini er tað áhugavert.

Uttan iva koma menningarkvoturnar væl við hjá teimum sum fáa tær, men er tað eitt rættvísari býti, at tey sum búgva í ávísum økjum í landinum, skulu keypa síni veiðirættindi, meðan tey sum búgva onkra aðrastaðni, skulu fáa tey fyri einki?

Um til dømis tríggir umsøkjarar eru úr somu bygd, fær bygdin so tríggjar menningarkvotur, ella skal tann eini umsøkjarin politiskt veljast framum hinar? Hvussu rættvíst kann tað gerast?

Sambært lógini um sjófeingi eru menningarkvoturnar ætlaða til at hjálpa økjum, har atgongdin til sjófeingi er avmarkað, arbeiðsloysið er stórt, ella fólkatalið er minkandi. Um nú eitt øki fær menningarkvotu grundað á, at arbeiðsloysið er stórt og fólkatalið er minkandi, hvat hendir so tann dagin, tá arbeiðsloysið í økinum, orsaka av menningarkvotuni, minkar og fólkatalið veksur? Missa tey so menningarkvotuna aftur?

Jú hatta verður sanniliga spennandi at síggja.

Og so havi eg hug at spyrja Javnaðarflokkin, sum sigur, at føroyingar nú hava fingið ”javnbjóðis atgongd til fiskivinnuna”: Hvør fiskar í dag, sum ikki eisini fiskaði áðrenn nýggja fiskivinnuskipanin varð sett í gildi?

Raðfestir øll

Samanumtikið sigur Javnaðarflokkurin í svarinum, at ”tað eitur raðfesting”, og hann hevur sett hesi í fremstu røð: Tey ungu, barnafamiljurnar og tey eldru. - Altso ung, miðaldrandi og gomul. - ja vit kunnu tað sama siga at øll standa fremst.

Politikkur er at býta virði - at taka inn og geva út. Men um øll – ella næstan øll - skulu hava meira út, hvør skal so rinda meira inn? Hvør missir, og hvussu er ætlanin at gera, tá góðu tíðirnar versna og hinir samgonguflokkarnir fara at lækka ríkisveitingina? – tey siga, at tað skal gerast longu í komandi valskeiði.

 

Helgi Abrahamsen

 


Lagt út: Lesarabræv
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot lands­kassans 150 milliónir
Samband
R7 Portal
Heygsvegur 8
490 Strendur
Starvslýsingar
Myndarøðir
Lesarabrøv
Savnið
Ymiskar sendingar
R7.fo í morgunsending­ini í KVF
Kristiligar Tíðindasendingar
KIRSTIN & ÓLI - ein býarmynd í Havn í 40 ár!
Kristiligar Tíðindasendingar
BRYNLEIF HANSEN, sáli - hevði verið 85 í dag! 
Kristiligar Tíðindasendingar
ELSBA OG WILLIAM GIBSON SLOAN - 140 ár
Kristiligar Tíðindasendingar
TERJI DALSGAARD - tíðinda­maður og roknskapar­maður!
Átrúnaður
Bøn er betri enn yoga, mindfullness og meditatión
Kristiligar Tíðindasendingar
HIN MYRKI 11. SEPTEMBER - hjartanem­andi minningarhald
Kristiligar Tíðindasendingar
JUVÉL II Í DOKK - ein uppshining
Kristiligar Tíðindasendingar
JARÐARFERÐ Í USA - Kristoffur Munro
Kristiligar Tíðindasendingar
NÝGGJ BÓK UM BÍBILSKA KVINNUSÝNIÐ - ein kontroversiel bók  
Kristiligar Tíðindasendingar
OM-AÐALFUNDUR 2021 - tey ónáddu í nærumhvørvi­num!
Kristiligar Tíðindasendingar
LUIS PALAU - jarðarferð
Kristiligar Tíðindasendingar
EVANGELISTU­RIN LUIS PALAU - ein rødd er tagnað
Kristiligar Tíðindasendingar
Holocaust minningarhald í Kelduni - ongantíð aftur!
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við eitt vegamót - R7 sløkkir í morgin, nýggjársaftan 2020
Kristiligar Tíðindasendingar
Kristiliga Tíðindasendingin við Poul Jóhan Djurhuus (102) - 30. des. 2020
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 2. partur
Kristiligar Tíðindasendingar
DUPULTFLØGA VIРMIÐNÁTTARSANGBÓLKI­NUM - jólagávan, bert 189 krónur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Elin Mortensen 1. partur
Ymiskar sendingar
Úr bandasavni­num: Samrøða við Nicolina av Kamarinum
Nýggjastu tíðindi