Einasta bygd við einum universiteti
Skalt tú fara undir hægri lesnað á lærdum háskúla, so merkir tað samstundis, at tú mást venja teg við eitt lív í einum stórbýi. Soleiðis er í allarflestu londum kring heimin, har universitet finnast – tó tað í øllum førum finst eittans undantakið: Tann lítla bygdin Norðdepil á eystursíðuni á Borðoynni.
Her hava tey havt skúla síðani í 1895, tá tann fyrsti skúlin varð bygdur í bygdini. Hesin var seinni avloystur av einum nýggjum og størri skúla, sum varð tikin í nýtslu sløk 100 ár seinni – í november mánaði 1983. Í tí fyrsta skúlanum, altso honum frá 1895 hava mangir menn og mangar kvinnur nomið sær kunnleika. Teirra millum er tann kendi skiparin og vinnulívsmaðurin, Hans Pauli Johannesen, sum var ættaður úr grannabygdini Hvannasundi, hinumegin sundið við sama navni. MÁTTI RÓGVA Í SKÚLA Í bókini ”Hetta er okkara bygd”, sum rithøvundurin Snorri Brend skrivaði í samband við at Norðdepil hátíðarhelt 100 ára dag sín í 2016, varð tikið aftur í nakrar av endur -minningunum hjá Hans Paula, tá hann skrivar um skúlaár síni. Í 1989 komu nevniliga út endurminningar hansara í bókini ”Jól á Halanum”, her hann sigur frá gamla bygdarskúlanum, sum hann so rámandi nevndi ”Universitetið í Norðdepli”. - Eg havi ongan dag verið í barnaskúla uttan at vera noyddur at fara og koma aftur í báti, tvørtur um ein part av Atlantshavinum fyri at fáa undirvísing. Nú er tað soleiðis, at verða børn ikki heintað við bili ella bussi við dyrnar og sett av við skúladyrnar, so er ikki lukkuligt. Og hann sigur víðari um skúlagøtu sína: Skift var at rógva børn tvørturum sundið. Vit vóru so hepnir sjálvir at hava ræði á báti, og kundu tí lova øðrum við, sigur Hans Pauli Johannesen millum annað um fyrstu árini av skúlagongd síni. Fyri at eingin skal vera í iva um, hvar hetta serstaka universitet er, setti Hvannasunds kommuna upp eitt navnaskelti við skúlan í samband við 100 ára hátíðarhaldið í 2016.
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot landskassans 150 milliónir
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur