Menningarkvoturnar klárar fyrsta dagin
Høgni Hoydal situr nú við álitinum, sum Gestur Hovgaard hevur latið honum um Menningarkvotur. Avgerðin kann koma í morgin og í seinasta lagið fyrrapartin av komandi viku
Gestur Hovgaard, formaður í nevndini, sum skuldi gera tilmæli um hvør skal fáa menningarkvotur, upplýsur fyri R7, at teir eru lidnir og hava levera sítt tilmæli til Fiskimálaráðið.
Vit tosaðu við aðalstjóran Rógva Reinert, sum váttaði at fiskimálaráðið hevur fingið tilmælið.
Reglurnar eru soleiðis, at tað er fiskimálaráðharrin, sum tekur endaliga støðu. Vit spurdu nær roknast kann við at støða verður tikin. Til hetta svaraði aðalstjórin, at illa ber til at seta dato á. Men roknast kann við at tað verður í nærmastu framtíð.
Vit skiltu hetta sum at tað helst ganga nakrir fáir dagar og rokna við at Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri tekur endaliga støðu í seinasta lagið fyrrapartin av komandi viku. Tað kann enntá henda at tað verður í morgin, tá vikuskifti hjá journalistum byrjar. Men tað eru sjálvandi fyrivarni við hesum.
Mest lisið í farnu viku
Putin vil hava Biden og ikki Trump
Undirskot landskassans 150 milliónir
Samband
Heygsvegur 8
490 Strendur